1020 - Málsøga
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Málsøga
- Skeiðsnummar
- 1020.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 8,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5.8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 3. februar 2025
- Endadato
- hósdagur, 8. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At studenturin ognar sær innlit í lærugreinina Málsøgu, málsøgulig hugtøk og háttaløg til at fáa greiði á høvuðsdráttunum í søguni hjá norðurlandamálunum, tó serliga hjá føroyskum máli frá umleið 1300 til nútíðina.
- Læruúrtøka
- Studentur, ið hevur staðið málsøgu sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, lutvíst fingið kunnleika um føroyska málsøgu og lutvíst grundleggjandi vitan um háttaløg og ástøði, sum verða nýtt í málsøguligum arbeiði. Við hesari vitan skal studenturin duga at • arbeiða verkliga og ástøðiliga við málsøguligum spurningum • samanbera tekstir frá ymsum tíðarskeiðum og gera niðurstøður um málbroytingar við støði í tekstum • staðseta og tíðarfesta tekstir í høvuðsheitum • miðla málsøguliga vitan munnliga og skrivliga • umrøða málsøguligar spurningar fakliga dygt • seta fólka- og staðanøvn inn í ein málsøguligan samanhang • seta orðaskiftið um tann føroyska stavsetingarspurningin inn í ein størri málsligan samanhang
- Innihald
- Í Málsøgu verður arbeitt við føroyskum máli í søguligum høpi, har ið ljós verður varpað á málbroytingar og søguligu menningina hjá málinum. Tað verður lutvíst gjørt við at samanbera yngri og eldri málstig og lutvíst við at samanbera føroyskt við onnur norðurlandamál. Málsøga fevnir bæði um tekstalestur og ástøði. Lesturin er vanliga skipaður í tíðarrað frá elstu tíðum og frameftir. Dentur er lagdur á ljóð-, form- og setningafrøðiligar broytingar, eins og orðfeingið gjøgnum tíðirnar verður viðgjørt. Tekstirnir skulu geva eina mynd av málinum eitt ávíst tíðarskeið í søguni, meðan tann ástøðiligi parturin viðger orsakir til málbroytingar og roynir at svara spurningum sum: hvat hendir, tá ið broytingar fara fram, hvussu og hví henda málbroytingar, viðgera útbreiðsluvegir o.s.fr. Tann ytra málsøgan verður eisini viðgjørd, t.e. samfelagsumstøðurnar, sum málið er ein partur av. Føroyskir navnasiðir eins og føroyska stavsetingin verða viðgjørd í søguligum høpi.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvíst verður 2 x 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við bólkarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava uppgivin verk og tilfar frá undirvísingini hjá sær í fyrireikingini. Endurpróvtøka: Eins og reglulig próvtøka.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 17. og 18. juni 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 3. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jógvan í Lon Jacobsen
- Undirvísarar
- Jógvan í Lon Jacobsen