1025 - Norrønt
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Norrønt
- Skeiðsnummar
- 1025.25
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 4. februar 2025
- Endadato
- hósdagur, 8. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At studentar fáa góðan kunnleika í norrønum máli, sum gevur førleika at skilja málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Við tað at føroyskt er sprottið úr norrønum, og at nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna sín í teirri regluskipaðu stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, er tað grundarlag undir søguligari fatan av føroyskum.
- Læruúrtøka
- Studenturin skal vera førur fyri at • gera grein fyri ymiskum sjálvljóða- og hjáljóðabroytingum so sum umljóði, ljóðbroti, úrfelling og ljóðlíking • gera grein fyri teimum ymisku navnorðastovnunum og benda navnorð í bundum og í óbundnum sniði • stigbenda lýsingarorð og hjáorð • benda persónsfornøvn og ávísingarfornøvn • greina sagnorð í veikt bendar og sterkt bendar sagnorðaflokkar og benda sagnorð í høvuðstíðunum • umseta norrønan tekst til føroyskt
- Innihald
- Saman við tekstalestri verður farið ígjøgnum ljóðlæruna, t.e. avljóð, umljóð, ljóðbrot, samandráttur og úrfelling, umframt hjáljóðabroytingar so sum ljóðlíking, hjáljóðastytting og hjáljóðaleinging. Farið verður ígjøgnum teir ymisku orðaflokkarnar so sum navnorð, lýsingarorð, hjáorð, talorð, sagnorð og onkrar fornavnaflokkar.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvíst verður 2 x 2 tímar í eina hálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka í 5 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava allar orðabøkur við.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Vika 24
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 4. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Zakaris Svabo Hansen
- Undirvísarar
- Bjarni Steintún