1126 - Bókmentasøga II
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bókmentasøga II
Skeiðsnummar
1126.18
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum, Hjánám í føroyskum
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum, umframt lokið skeið í Bókmentasøgu I.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og skandinaviskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, skandinaviskum og møguliga enskum. Framløgur, uppgávur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum og hjánámi í føroyskum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini.
Byrjanardato
6. februar 2024
Endadato
7. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva innlit í føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag og at greina føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til okkara dagar. Skeiðið miðar ímóti, at studenturin skal kunna seta tekstirnar inn í eitt hugmynda- og bókmentasøguligt høpi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at • greiða frá føroyskum og norðurlendskum bókmentum í tíðarskeiðinum frá um 1876 til í dag • lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum • greina bókmentatekstir og seta teir í søguligt høpi • lýsa og viðgera sambandið millum ein ávísan tekst og tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið • lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi • lýsa og meta um bókmentasøgu sum vísindi og lærugrein
Innihald
Lisnar verða føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til í dag við høvuðsdenti á skaldsligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um føroyskar og norðurlendskar bókmentir. Greinir um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum. Studentarnir læra at nýta frøðiheiti og orða seg greitt um bókmentasøgulig evni.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Studenturin skrivar eina bundna heimauppgávu, sum skal vera umleið 10 síður til longdar, og studenturin fær 14 dagar at skriva hana í.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Ikki ásett
Próvtøkudagur/dagar
Bundna heimauppgávunan skal latast inn tann 22 mai 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
6. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen
Undirvísarar
Malan Marnersdóttir, Barbara Marinardóttir
Aftur