1126 - Bókmentasøga II
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bókmentasøga II
- Skeiðsnummar
- 1126.18
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum, umframt lokið skeið í Bókmentasøgu I.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- hósdagur, 6. februar 2025
- Endadato
- hósdagur, 8. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva innlit í føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag og at greina føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til okkara dagar. Skeiðið miðar ímóti, at studenturin skal kunna seta tekstirnar inn í eitt hugmynda- og bókmentasøguligt høpi.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, er studenturin førur fyri at • greiða frá føroyskum og norðurlendskum bókmentum í tíðarskeiðinum frá um 1876 til í dag • lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum • greina bókmentatekstir og seta teir í søguligt høpi • lýsa og viðgera sambandið millum ein ávísan tekst og tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið • lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi • lýsa og meta um bókmentasøgu sum vísindi og lærugrein
- Innihald
- Lisnar verða føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til í dag við høvuðsdenti á skaldsligar bókmentir. Somuleiðis verða lisnar bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um føroyskar og norðurlendskar bókmentir. Greinir um støðuna hjá bókmentum í samfelagnum í tíðarskeiðinum eru partur av lesnaðinum. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum vegamótum; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum og tekstsløgum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum. Studentarnir læra at nýta frøðiheiti og orða seg greitt um bókmentasøgulig evni.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Studenturin skrivar eina bundna heimauppgávu, sum skal vera umleið 10 síður til longdar, og studenturin fær 14 dagar at skriva hana í.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- Ikki ásett
- Próvtøkudagur/dagar
- Heimauppgávan skal latast inn 28. mai 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 6. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Bergur Djurhuus Hansen
- Undirvísarar
- Ragnar Sigrunarson