1383 - Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (BA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (BA)
Skeiðsnummar
1383.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupost til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
2. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í Sjúrðarkvæðini, kunnleika um annan Sjúrðarskaldskap og verður førur fyri at greina kvæðini í sambandi við viðkomandi ástøði.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at • greina kvæði sum tekstslag • greiða frá viðkomandi kynjafrøði • greina kvæðini við støði í ástøði um skaldskap av manna munni • greina Sjúrðarkvæðini bókmentaliga og kynjafrøðiliga • greina kvæðini við støði í søgum um sama sagnaring
Innihald
Vit lesa Sjúrðarkvæðini nágreiniliga, Vølsungasøgu, brot úr Didrik av Berns søgu og Nibenlungenlied umframt annan skaldskap um Sjúrð og viðkomandi ástøði um kyn og bókmentir.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett at vera 6. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
1. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Brynhild Wentzelsdóttir Kamban
Undirvísarar
Brynhild Wentzelsdóttir Kamban
Aftur