1483 - Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (MA)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (MA)
- Skeiðsnummar
- 1483.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
- Tilmelding
- Lesandi á M.A. í føroyskum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini.
- Byrjanardato
- 1. februar 2024
- Endadato
- 2. mai 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í Sjúrðarkvæðini, kunnleika um annan Sjúrðarskaldskap og verður førur fyri at greina kvæðini í sambandi við viðkomandi ástøði.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greina og meta um kvæði sum tekstslag • greiða frá viðkomandi kynjafrøði í greining við hóskandi frøðiligari frástøðu • lýsa og greina kvæðini við støði í ástøði um skaldskap av manna munni • greina Sjúrðarkvæðini bókmentaliga og kynjafrøðiliga • greina kvæðini við støði í søgum um sama sagnaring.
- Innihald
- Vit lesa Sjúrðarkvæðini nágreiniliga, Vølsungasøgu, brot úr Didrik av Berns søgu og Nibenlungenlied umframt annan skaldskap um Sjúrð og viðkomandi ástøði um kyn og bókmentir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Lærara- og studentaframløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett at vera 6. juni 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 1. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Brynhild Wentzelsdóttir Kamban
- Undirvísarar
- Brynhild Wentzelsdóttir Kamban