1486 - Merkingarfrøði (MA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Merkingarfrøði (MA)
Skeiðsnummar
1486.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, enskum og skandinaviskum. Framløgur, uppgávur, próvtøkur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið á Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
4. september 2024
Endadato
4. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita grundleggjandi innlit í merkingarfrøði sum frøðigrein og í týðandi hugtøk, fyribrigdi og nútíðar ástøði í merkingarfrøði, soleiðis at tann lesandi lærir at meta um og nýta henda kunnleika í merkingarfrøðiligari viðgerð av merking í máli og meining í málnýtslu.
Læruúrtøka
Tann, ið hevur luttikið á skeiðinum, skal hava fingið grundliggjandi innlit í merkingarfrøði og skal: • kenna og kritiskt duga at brúka hugtøk og heiti í merkingarfrøði • kunna gera greiði fyri og meta um, hvat ið eyðkennir merkingarfrøðilig sambond • kunna gera greiði fyri samanheingi millum merking og sannleiksvirði • hava djúptøkið innlit í viðurskiftini millum merkingarfrøði og aðrar málsligar tættir sum m.a. pragmatikk, leksikalskt ástøði, bendingarfrøði og setningafrøði • vera før/ur fyri at nýta formlig háttaløg í greining av málsligari merking, íroknað tulking av samansettum orðingum • vera før/ur fyri at lýsa og greina, hvussu ymisk merkingarlig og pragmatisk fyribrigdi verða handfarin og gagnnýtt í dagligum samskifti.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum er, hvussu merking kemur til orðanna í natúrligum máli, og fellur í ein ástøðiligan part, sum viðger og lýsir merkingarfrøði alment sum málsliga frøðigrein og gevur innlit í merkingarfrøðilig ástøði. Við hesum sum grundarlag verður hugt at sambandinum millum málsligar útsagnir (orð, orðingar og setningar) og ytri tilvísingar og hvussu hesin samanhangur verður miðlaður av hugtøkum. Støði verður tikið í føroyskum og tað verður lýst við greinum og ritgerðum, sum úr ymsum sjónarhornum viðgera merkingarfrøðilig fyribrigdi. Samanburðir verða eisini gjørdir við onnur mál. Hugt verður m.a. eftir, hvussu merkingar verða lýstar formliga, hvønn týdning merkingarfrøði hevur fyri aðrar málsligar frøðigreinar og hvussu mál verða brúkt til at samskifta ymsar merkingar í ymsum høpum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, orðaskifti, uppgávur og studentaframløgur av ymsum slag.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Vika 1 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen
Undirvísarar
Zakaris Svabo Hansen
Aftur