1577 - Málamót (BA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Málamót (BA)
Skeiðsnummar
1577.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupost til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
2. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Studenturin skal ogna sær teoretiska vitan um málamót og tvímæli og vitan um, hvussu hann/hon kann arbeiða praktiskt við evninum umhugsað og skipað.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá høvuðsheitum, sum snúgva seg um málamót • skifta orð um broytingar, sum henda í føroyskum orsakað av málamóti • lesa vísindatekstir um evnið • arbeiða við innsavnaðum data
Innihald
At fáa innlit í málamót og tvímæli við serligum atliti at støðuni í Føroyum. Fáa innlit í, hvat hendir, tá ið mál eru í sambandi hvørt við annað, og hvussu tað ávirkar málini.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Endurpróvtøkan er sum tann vanliga próvtøkan.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 31. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
1. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen
Undirvísarar
Hjalmar Páll Petersen
Aftur