1578 - Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði (BA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði (BA)
Skeiðsnummar
1578.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupost til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
6. februar 2024
Endadato
7. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum innlit í og førleikar at arbeiða við samfelagsmálvísindaligum (sosiolingvistiskum) kanningararbeiði í føroyskum høpi. Studentarnir skulu læra um ymisk háttaløg og alt, ið hoyrir til, tá ið kanningararbeiði skal gerast, m.a. um granskingaretikk, dátuverndarlóg, hvussu ein kanning verður løgd til rættis og viðgerð og greining av dátum. Studentarnir skulu eisini gera kanningar, viðgera og greina hesar kanningar, og vit fara at læra at nýta ymisk tøknilig forrit, ið verða nýtt til viðgerð og greining.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: - Greiða frá samfelagsmálvísindaligum ástøði og gransking í hesum - Greiða frá gongdini í samfelagsmálvísindaligari gransking í Føroyum og í øðrum málsamfeløgum - Greiða frá ymsum háttaløgum og hugleiða um tey - Fyrireika og útinna kanningararbeiði í verki og greiða frá um kanningararbeiðið og háttalagið - Viðgera, greina og kjakast um egið innsavnað tilfar - Miðla gransking - Hugleiða um granskingaretikk
Innihald
Stórur partur av skeiðinum er verkligur, men partur av skeiðinum er eisini ástøðiligur. Samfelagsmálvísindi fevna breitt, og bæði ástøði og háttaløg eru broytt og ment ígjøgnum tíðina. Tekstirnir fara fyrst og fremst at snúgva seg um ymisk háttaløg, men fyri at skilja háttaløgini og nær ymisk háttaløg hóska seg best, er eisini umráðandi at hava grundleggjandi kunnleika til samfelagsmálvísindi. Vit fara at nema við samfelagsmálvísindi, bæði úti í heimi og í Føroyum, og læra um, hvørji háttaløg hóska seg til ymiskar kanningarspurningar, og um fyrimunir og vansar við teimum. Vit fara at kava niður í eitt málføri, allarhelst sandoyarmál, og hugleiða um, hvat manglar at verða kannað í hesum málføri, og hvørji háttaløg hóska seg best. Í verkliga partinum skulu studentarnir allir gera kanningar í hesum eina málføri, og teir skulu leggja eina kanning til rættis og gera kanningina frá byrjan til enda. Her fáa studentarnir eisini innlit í og royndir við tøkniligum forritum sum Praat og øðrum avskrivingarforritum, men eisini hvussu hesi forrit kunnu nýtast til bæði viðgerð og greining, og hvussu ein vísindalig kanning verður miðlað.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, bólkaarbeiði, kanningararbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva í tvær vikur.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett at vera 24. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
6. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sandra Saxov Lamhauge
Undirvísarar
Sandra Saxov Lamhauge
Aftur