1620 - Fagurfrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Fagurfrøði
Skeiðsnummar
1620.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Stórsti parturin av tilfarinum er á enskum, men nakað eisini á skandinaviskum og føroyskum.
Tilmelding
Lesandi í B.A. í listaligum arbeiði verða innskrivað sjálvirkandi Stakgreinalesandi melda til, við at senda umsóknarblað til umsokn@setur.fo
Byrjanardato
hósdagur, 6. februar 2025
Endadato
hósdagur, 15. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Skeiðið hevur til endamáls at geva innlit í fagurfrøði sum fak og sum tól at hugsa greinandi um list. Studenturin ognar sær kunnleika um lyklaástøði og hugtøk innan fagurfrøði og mennir førleikan at viðgera heimspekiligar spurningar um list gjøgnum kjak og kritiska tankagongd.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá grundleggjandi hugtøkum og rákum úr fagurfrøðisøguni - greina og eyðmerkja styrkir og veikleikar við týðandi listaástøðum - gera egnar niðurstøður um hesi ástøði - nýta fagurfrøði sum tól at hugsa um listaverk og listagreinar úr einum heimspekiligum sjónarhorni
Innihald
Lisið verður eitt úrval av upprunatekstum, sum hava havt avgerandi týdning í fagurfrøðisøguni. Vit viðgera m.a. tær týdningarmestu royndirnar at nágreina, hvat list er, og umrøða spurningin, hvørt tað yvirhøvur ber til at allýsa list. Er nakar felagsnevnari, sum eyðkennir alla list, ella hava ymsu listagreinarnar hvør sína serstøku kjarnu, sum togar tær í hvør sína ætt? Eisini spyrja vit, hvat listaligt virði er, og um tað ber til at hava sakligar grundir til at siga, at eitt listaverk er betri enn eitt annað. Hava summi fólk ein serliga góðan estetiskan sans, sum ger tey meira før enn onnur at skilja millum góða og ringa list, ella er estetiskur smakur einans eitt tekin um, hvørja stætt ein hoyrir til? At enda viðgera vit eisini sambandið millum listafólk og áskoðara/áhoyrara/lesara. Er tað altíð listafólkið, sum ger av, hvønn týdning eitt listaverk hevur, ella hevur almenningurin eins nógv ræði yvir, hvat verkið merkir, og hvussu tað skal tulkast?
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, kjaki, samrøðum og venjingum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Innlating av avriksmappu 22. mai 2025 Munnlig próvtøka 3. juni 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
hósdagur, 6. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Dam Ziska
Undirvísarar
Aftur