1670 - Endalig verkætlan og ritgerð Ritlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Endalig verkætlan og ritgerð Ritlist
Skeiðsnummar
1670.22
Lestrarár
2023-2024
ECTS
30,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivaður á BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og skandinaviskum
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupsot til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
10. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Verkætlan: Við skipaðari vegleiðing ein til ein hevur skeiðið til endamáls at stuðla og styrkja studentin í arbeiðinum við at menna sjálvstøðugt skrivingarlag. Studenturin lærir í tilgongdini at brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum. At enda letur studenturin inn egið, sjálvstøðugt ritlistaverk. Ritgerð: Við vegleiðing verður studenturin stuðlaður í at nýta ástøðiligar hugsanir til at viðgera egna skapanargongd og skriva ritgerð við refleksivari frásjón um egið endaligt ritlistaverk/verkætlan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: Verkætlan - skapa sjálvstøðugt ritlistaverk - brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum sum ein virknan part av skrivitilgongdini - vísi menning við atliti at egnari skapandi skriving Ritgerð - greiða frá egnari arbeiðsgongd/skapanartilgongd - nýta ástøði til at umrøða og viðgera egna skapanargongd - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egið ritlistaverk - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnari arbeiðsgongd og eyðkenni í egnum verki
Innihald
Studenturin ger, í samráð við vegleiðaran, eina ætlan fyri endaligu verkætlanina og ritgerðina, sum útbúgvingarleiðarin skal góðkenna, og dekanurin staðfesta.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við vegleiðing og einsæris feed-back frá vegleiðara. Hvør studentur hevur í alt 14 tímar saman við egnum vegleiðara. Harumframt eru felags savningar/plenum við framløgum og kjaki ein týðandi partur av undirvísingini, og luttøka er kravd.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett: endalig verkætlan + ritgerð verður latið inn 2 vikur áðrenn munnliga framløgu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Innlating uppgáva 31. mai 2024. Munnlig próvtøka er sett at vera 14. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
1. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger
Undirvísarar
Lív Maria Róadóttir Jæger
Aftur