1677 - Egið arbeiði III - Tónlist
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Egið arbeiði III - Tónlist
- Skeiðsnummar
- 1677.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í listaligum arbeiði
- Fortreytir
- Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II - Tónlist.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu á B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- hósdagur, 5. september 2024
- Endadato
- hósdagur, 5. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Studentarnir læra at arbeiða kritiskt og sjálvstøðugt við egnari tónlist, og at eyðmerkja egið tónasmíð.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - vísa dømi um menning av egnum arbeiði innan tónlist (gera avriksmappu) - vísa dømi um sjálvstøðuga tónasmíð (avriksmappa) - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egna tónlist og skapanartilgongd - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnum verkum - eyðmerkja egna tónlist
- Innihald
- Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið II Tónlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum verkum, sum studentarnir skapa í samband við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlurta og kritiskt viðgera egin verk, og serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skapanartilgongd. Viðkomandi ástøði verða lisin/viðgjørd, ið seta arbeiðið hjá studentunum í størri tónlistaligt høpi.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað sum meistaralæra (masterclass), har egna arbeiðið hjá studentunum verður viðgjørt og ment gjøgnum neyvlurtingar, kritikk í plenum og venjingar/uppgávur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Avriksmappa verður latin inn við skeiðsenda + fylgiskjal (skriftlig refleksión um egna tónlist)
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlating 12. desember 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 5. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sunleif Rasmussen
- Undirvísarar
- Sunleif Rasmussen