1678 - Verkstova III - Tónlist
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Verkstova III - Tónlist
- Skeiðsnummar
- 1678.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í listaligum arbeiði
- Fortreytir
- Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Verkstova II - Tónlist.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu á B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- týsdagur, 3. september 2024
- Endadato
- týsdagur, 3. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Studentarnir ogna sær vitan um tónleikatøkni, sampling og syntesu, og læra at brúka vitanina verkliga í arbeiðinum við egnari tónlist.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða frá háttaløgum og arbeiðsháttum innan tónleikatøkni, sampling og syntesu - sjálvstøðugt og kritiskt at viðgera hesi - vísa sjálvstøðug dømi um hesi í verki (gera avriksmappu)
- Innihald
- Skeiðið er framhald av Verkstova II Tónlist. Studentarnir læra at framleiða og viðgera ljóð við støði í teldu, og at brúka viðkomandi forrit og tøkni. Studentarnir læra at brúka upptikin umhvørvisljóð í tónleiki, og studentarnir fáa innlit í háttaløg innan sampling og syntesu umframt framkomna nýtslu av upptøkuhølum. Studentarnir arbeiða við egnum tilfari og kompositiónum, og fáa vegleiðing frá undirvísarum, og serligur dentur verður lagdur á uppbygging og menning av sjálvstøðugari tónlist.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað sum verkstovuundirvísing við venjingum, kjaki og framløgum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu, ið verður latin inn vikur áðrenn próvtøkuna.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlating 17. desember 2024 - munnlig próvtøka 7. januar 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 17. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sunleif Rasmussen
- Undirvísarar
- Heðin Ziska Davidsen, Jens L. Thomsen