1684 - Endalig verkætlan og ritgerð Tónlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Endalig verkætlan og ritgerð Tónlist
Skeiðsnummar
1684.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
30,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Studenturin skal vera innskrivaður á BA-útbúgvingina í listaligum arbeiði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og skandinaviskum
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupost til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
10. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Verkætlan: Við skipaðari vegleiðing ein til ein hevur skeiðið til endamáls at stuðla og styrkja studentin í arbeiðinum við at menna sjálvstøðugt tónasmíð. Studenturin lærir í tilgongdini at brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum. At enda letur studenturin inn egið, sjálvstøðugt tónlistaverk. Ritgerð: Við vegleiðing verður studenturin stuðlaður í at nýta ástøðiligar hugsanir til at viðgera egna skapanargongd og skriva ritgerð við refleksivari frásjón um egið endaligt tónlistaverk/verkætlan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera før/ur fyri at: Verkætlan - skapa sjálvstøðugt tónlistaverk - brúka ymisk sløg av íblástrarkeldum sum ein virknan part av skapanartilgongdini - vísa menning við atliti at arbeiðinum vil egnari tónasmíð/tónlist Ritgerð - greiða frá egnari arbeiðsgongd/skapanartilgongd - nýta ástøði til at umrøða og viðgera egna skapanargongd - hugleiða, við refleksivari frásjón, um egið tónlistaverk - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnari arbeiðsgongd og eyðkenni í egnum verki
Innihald
Studenturin ger, í samráð við vegleiðaran, eina ætlan fyri endaligu verkætlanina og ritgerðina, sum útbúgvingarleiðarin skal góðkenna, og dekanurin staðfesta.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði við vegleiðing og einsæris feed-back frá vegleiðara. Hvør studentur hevur í alt 14 tímar saman við egnum vegleiðara. Harumframt eru felags savningar/plenum við framløgum og kjaki ein týðandi partur av undirvísingini, og luttøka er kravd
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett: Verkætlan + ritgerð verður latið inn 2 vikur áðrenn munnliga framløgu
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Innlating av avriksmappu 31. mai 2024. Munnliga próvtøkan er sett at vera 13. juni og 14. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
1. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen
Undirvísarar
Sunleif Rasmussen
Aftur