1698 - IMPORT/EXPORT - At bróta innsiglið á munninum sum bingja til listaligar heildir og/ella techne
Skeiðsupplýsingar
Heiti
IMPORT/EXPORT - At bróta innsiglið á munninum sum bingja til listaligar heildir og/ella techne
Skeiðsnummar
1698.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og skandinaviskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini við at senda ein teldupost til FMD@setur.fo.
Byrjanardato
týsdagur, 6. februar 2024
Endadato
týsdagur, 7. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi gerast tilvitað um og fáa innlit í samtíðarástøði og tvørfakligar hugleiðingar um ljóðlist, framførslu, tekst og miðlar.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skal studenturin skal vera før/ur fyri at: - eyðmerkja týðandi samtíðarhugtøk innan ljóðlist, performance-praksis, tekst og media, - greiða frá um performativ amboð sum listaliga strategi í viðkomandi samtíðarverkum, - brúka viðkomandi hugtøk og tvørfakligar reflektiónir til kritiskt at viðgera hesi verk, - vísa dømi um egið verk/avrik, har performativ amboð eru í miðdeplinum, - greinandi greiða frá tilgongdini við egnum verkum.
Innihald
Muðurin hevur eina røð av eginleikum, sum vit vanliga seta í samband við ljóð, mál, dialekt, rødd, talu og tónleik, men seta vit sjóneykuna á tað “mikromunnliga” (t.e. munnin sum part av kroppinum), kunnu vit tosa um t.d. tenn, bit og tað at tyggja, tungu og slev, varrar og muss, háls og svølg, host, skrál, teskan o.s.fr. Eisini kunnu vit spyrja, hvussu hesi fyribrigdi kunnu lesast í einum listaligum konteksti, og hvussu tey koma til sjóndar og verða brúkt sum útinnandi amboð í alt frá djúpfalsan (deep fake) til ljóðseting (dubbing), frá spoken word til ljóðlist o.s.fr. Á skeiðinum viðgera vit millum annað list sum eina andsøgn í talgildu globaliseringini, listaligt virksemi sum víðkaða tøkni (extended technique), og serstakliga munnin sum framførandi møguleikarúm, har ljóð, rødd, mál, og eisini ikki-málslig - men tó munnlig - miðlan skapa listalig sambond út í ein sosialan, politiskan, verkligan og talgildan veruleika.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við undirvísara- og næmingaframløgum umframt verkligum/listaligum venjingum. Undirvísingin krevur virkna luttøku.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Innlating av avriksmappu 24. mai 2024. Munnliga próvtøkan er sett at vera 4. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 6. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jens Dam Ziska
Undirvísarar
Lasse Thorning Jæger
Aftur