1701 - Egið arbeiði III Ritlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Egið arbeiði III Ritlist
Skeiðsnummar
1701.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í listaligum arbeiði
Fortreytir
Treyt fyri at luttaka á skeiðinum er lokið skeið í Egið arbeiði II Ritlist.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu á B.A. í listaligum arbeiði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
4. september 2024
Endadato
4. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Studentarnir læra at arbeiða sjálvstøðugt og kritiskt við egnum tekstum, at menna egið skrivingarlag, og at eyðmerkja egna ritlist.
Læruúrtøka
Læruúrtøka Tá skeiðið er lokið, skal studenturin vera før/ur fyri at: - vísa dømi um menning av egnum teksti (avriksmappa) - vísa dømi um sjálvstøðugt skrivingarlag (avriksmappa) - hugleiða, við refleksivari frásjón um egna skriving og skapanartilgongd - meta sjálvstøðugt um styrkir og veikleikar í egnum tekstum - eyðmerkja egna ritlist.
Innihald
Skeiðið er framhald av Egið arbeiði II - Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í samband við skeiðið. Høvuðsdenturin verður lagdur á at neyvlesa og kritiskt/ritlistaliga viðgera egnan tekst. Viðkomandi upprunatekstir verða lisnir (t.d. skaldskapur, poesi, essay, poetikkir, ástøði um ritlist), og serligur dentur verður lagdur á at menna refleksión og tilvit um egna skrivitilgongd, og á at seta egnar tekstir í ritlistaligt høpi. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu eftir eini ætlan fyri tekstinnlatingar gjøgnum hálvuna. Í undirvísingini verða egnu tekstirnir hjá studentunum viðgjørdir og mentir gjøgnum lesingar og kritikk í plenum. Virkin luttøka: studenturin møtir minst 80% av undirvísingini, er virkin í undirvísingini og letur inn uppgávur/tekstir til ásettar freistir sambært lestrarætlanini. Virkin luttøka er treyt fyri at sleppa til próvtøku. Sí eisini *endurpróvtøka.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka. Munnlig próvtøka við støði í avriksmappu (10 síður). *Endurpróvtøka: Avriksmappa (10 síður) + fylgiskjal/refleksión (7 normalsíður t.e. 2.400 eindir við millumrúmi pr. síðu).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
3. januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
4. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Lív Maria Róadóttir Jæger
Undirvísarar
Lív Maria Róadóttir Jæger
Aftur