1720 - Fagurfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Fagurfrøði
- Skeiðsnummar
- 1720.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- hósdagur, 6. februar 2025
- Endadato
- hósdagur, 8. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Skeiðið hevur til endamáls at geva innlit í fagurfrøði sum fak og sum tól at hugsa greinandi um list. Studenturin ognar sær kunnleika um lyklaástøði og hugtøk innan fagurfrøði og mennir førleikan at viðgera heimspekiligar spurningar um list gjøgnum kjak og kritiska tankagongd.
- Læruúrtøka
- Við skeiðsenda skal studenturin vera før/ur fyri at: - greiða gjølliga frá nøkrum av høvuðsrákunum úr fagurfrøðisøguni - gera viðkomandi samanberingar av fagurfrøðiligum áskoðanum - nágreina týðandi fagurfrøðilig hugtøk - brúka skilvísi til at hugsa neyvt um, hvørjar styrkir og veikleikar fagurfrøðilig ástøði hava - brúka egin metingarevni til at gera sjálvstøðugar niðurstøður um fagurfrøðiligar spurningar - nýta fagurfrøði í verki til hugmyndaríkt at tulka listaverk og listagreinar úr einum heimspekiligum sjónarhorni.
- Innihald
- Lisið verður eitt úrval av upprunatekstum, sum hava havt avgerandi týdning í fagurfrøðisøguni. Vit viðgera m.a. tær týdningarmestu royndirnar at nágreina, hvat list er, og umrøða spurningin, hvørt tað yvirhøvur ber til at allýsa list. Er nakar felagsnevnari, sum eyðkennir alla list, ella hava ymsu listagreinarnar hvør sína serstøku kjarnu, sum togar tær í hvør sína ætt? Eisini spyrja vit, hvat listaligt virði er, og um tað ber til at hava sakligar grundir til at siga, at eitt listaverk er betri enn eitt annað. Hava summi fólk ein serliga góðan estetiskan sans, sum ger tey meira før enn onnur at skilja millum góða og ringa list, ella er estetiskur smakur einans eitt tekin um, hvørja stætt ein hoyrir til? At enda viðgera vit eisini sambandið millum listafólk og áskoðara/áhoyrara/lesara. Er tað altíð listafólkið, sum ger av, hvønn týdning eitt listaverk hevur, ella hevur almenningurin eins nógv ræði yvir, hvat verkið merkir, og hvussu tað skal tulkast?
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, kjaki, samrøðum og venjingum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Samansett: munnlig próvtøka við støði í avriksmappu.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Innlating av avriksmappu 22. mai 2025 Munnlig próvtøka 3. juni 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- hósdagur, 13. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Dam Ziska
- Undirvísarar
- Jens Dam Ziska