1777 - Málamót (MA)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Málamót (MA)
- Skeiðsnummar
- 1777.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvar-andi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
- Tilmelding
- Lesandi á M.A. í føroyskum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini.
- Byrjanardato
- 2. februar 2024
- Endadato
- 10. mai 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Studenturin skal ogna sær teoretiska vitan um málamót og tvímæli og vitan um, hvussu hann/hon kann arbeiða praktiskt við evninum umhugsað og skipað.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá teimum heitum, sum snúgva seg um málamót • skifta orð um ymiskar broytingar, sum henda í føroyskum orsakað av málamóti • lesa vísindatekstir um evnið og kenna arbeiðshættir innan økið • arbeiða við samtíðarligum data • skifta orð um og meta um, hvørja ávirkan málamót hevur ella kann hava á føroyskt (innari og ytri broytingar), og meta um, hví føroyskt hevur tann bygnað, sum tað hevur.
- Innihald
- At fáa innlit í málamót og tvímæli við serligum atliti at støðuni í Føroyum. Fáa innlit í, hvat hendir, tá ið mál eru í sambandi hvørt við annað, og hvussu tað ávirkar tann innara bygnaðin í málinum og tær ytru umstøðurnar, sum málið (í hesum føri føroyskt) virkar undir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Lærara- og studentaframløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Endurpróvtøkan er sum tann vanliga próvtøkan.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivlig próvtøka er sett til 31. mai 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 2. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hjalmar Páll Petersen
- Undirvísarar
- Hjalmar Páll Petersen