1779 - Bókmentir og ferðavinna (MA)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bókmentir og ferðavinna (MA)
Skeiðsnummar
1779.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Føroyamálsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í føroyskum
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Tilmelding
Lesandi á M.A. í føroyskum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Føroyamálsdeildini.
Byrjanardato
7. februar 2024
Endadato
8. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Studentarnir ogna sær innlit í, hvussu ferðavinnuástøði og bókmentavísindi saman skapa eitt nýtt tvørvísindaligt granskingarøki og eitt serligt háttalag í arbeiðinum við bókmentum. Studentarnir læra seg at brúka hugtøk og hugsanir úr hesum tvørvísindaliga granskingarøki í sjálvstøðugum, greinandi arbeiði við bókmentaligum tekstum og ferðavinnuligum lýsingum/marknaðarátøkum. Harumframt læra studentarnir at meta um ferðavinnuástøði sum ástøði og um háttaløg í bókmentavísindaligum og samfelagsligum samanhangi.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri: • kritiskt og greinandi at lesa ástøðiligar tekstir, sum viðgera felagseyðkenni hjá ferðavinnu og bókmentum • at lýsa og gera mun á ymiskum ástøðiligum hugsanum í tí tvørvísindaliga øki, sum er grundað á ferðavinnuástøði og bókmentavísindi • sjálvstøðugt at brúka skilmarkingar og hugtøk úr ferðavinnuástøði í arbeiðinum við ymiskum sløgum av teksti • at viðgera og tulka bókmentir við støði í hugsanum og hugtøkum úr ferðavinnuástøði • sjálvstøðugt at meta um ferðavinnuástøði sum ástøði og háttalag í bókmentagransking • at seta ferðavinnuligar lýsingar av støðum í bókmentavísindaligt og samfelagsligt høpi
Innihald
Við at knýta ferðavinnuástøði og bókmentaástøði saman í eina greining av føroyskum bókmentum verður kannað, hvussu sambandið millum menniskja og stað broytist í bæði skaldskapi og veruliga/samfelagsliga . Hetta verður gjørt við atliti at globaliseringini og vaksandi ferðavinnuni, í Føroyum. Bergur R. Moberg skrivar í Radierende felter (2021), at vit hava fingið eitt tilvit um, hvussu vit verða sædd uttanífrá, og at hetta “afstedkommer en ny destinationsbevidsthed på Færøerne” (s. 211). Á skeiðinum taka vit støði slíkum hugsanum og greiningum hjá Moberg og øðrum bókmentafrøðingum, ið hava viðgjørt samspælið millum ferðavinnu og bókmentir: vit kanna, hvussu lýsingar í bókmentum verða brúktar í ferðavinnuligum høpi, og hvørja ávirkan hetta hevur á staðið og mentanina - og aftur á bókmentirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur, bólkaarbeiði við smáum, tíðaravmarkaðum uppgávum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva í tvær vikur.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivlig innlating 27. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
7. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Helena Lamhauge-Mortensen
Undirvísarar
Helena Lamhauge-Mortensen
Aftur