1780 - Leikbókmentir (MA)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Leikbókmentir (MA)
- Skeiðsnummar
- 1780.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum, Hjánám í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á M.A. í føroyskum og hjánámi í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 5. september 2024
- Endadato
- 5. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er - at geva studentunum fatan av leikbókmentum sum tekstslagi og kunnleika um evropeiska og føroyska leikbókmentasøgu - menna førleikar at arbeiða greinandi við skrivaðum leikritum sum tekstslagi í norðurlendskum/altjóða høpi
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi - greiða frá høvuðstáttunum í evropeiskari og føroyskari leikbókmentasøgu - lýsa og greiða frá frøðiheitum, ið hoyra til granskingarøkið - greina klassiskar og føroyskar leikbókmentir við støði í ástøðiliga tilfarinum og í norðurlendskum/altjóða høpi. - tulka leikrit í samsvari við rák í sínari samtíð - meta um leiklutin hjá leikbókmentunum í føroyskari bókmentasøgu - kritiskt meta um ástøði og háttalag í greiningini av leikbókmentum sum tekstslagi
- Innihald
- Leikbókmentir sum tekstslag í søguligum høpi. Ástøðiligir tekstir verða lisnir og settir í samband við eldri og nýggjar evropeiskar og føroyskar leikbókmentir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- - Læraraframløgur - Bólkaarbeiði - Kjak - Studentaframløgur
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Bundin skrivlig heimauppgáva í 2 vikur.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 14 daga heimauppgáva 6.-20. januar 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 5. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Paula Gaard
- Undirvísarar
- Paula Gaard