1785 - Kroppurin í norrønari gudafrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kroppurin í norrønari gudafrøði
- Skeiðsnummar
- 1785.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Føroyamálsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í føroyskum
- Fortreytir
- Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 4. og 6. lestrarhálvu í B.A. í føroyskum melda seg til skeiðið umvegis Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis lestrarskrivstovuna á umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 4. februar 2025
- Endadato
- týsdagur, 6. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í miðaldarligu skrivligu keldurnar um norrøna gudafrøði og um, hvussu kroppar verða viðgjørdir í hesum keldum. Tey lesandi ogna sær evni at greina og tulka hesar keldur við støði í bókmentaligum og sosialvísindaligum ástøði.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greina og tulka tekstir um norrøna gudafrøði • greina tekstirnar út frá ástøði um skaldskap av manna munni • finna fram og nýta hóskandi ástøði til at tulka lýsingar av kroppum og myndamál um kroppar í tekstunum • gera ástøðiliga grundaðar metingar um, hvussu tekstirnir kunnu geva okkum innlit í tankagongdir í miðaldarsamfelagnum, tá tekstirnir vórðu til • viðgera sambandið millum norrøna gudafrøði og myndamál í tekstunum og meta um spurningarnar, sum verða settir í granskingini av tekstunum í dag
- Innihald
- Skeiðið kannar, hvussu kroppar verða viðgjørdir sum miðlandi amboð og súmbolskt tilfeingi í miðaldarligum tekstum um norrøna gudafrøði. Við at nýta tvørfaklig ástøði úr bókmenta- og sosialvísindum verður kannað, um og hvussu vit, við at granska kropslýsingar í hesum tekstum, kunnu fáa innlit í tankagongdina hjá teimum, sum festu hesar søgur á blað, og hjá okkum sjálvum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, studentaframløgur, bólkaarbeiði og seminar/kjakfundir.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Bundin heimauppgáva í 2 vikur.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 14 daga heimauppgáva 13. mai - 27. mai 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 11. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Zakaris Svabo Hansen
- Undirvísarar
- Rannvá Næs Hoydal