2016 - Føroysk nýtíðarsøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroysk nýtíðarsøga
Skeiðsnummar
2016.16
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á føroyskum, skandinaviskum og enskum. Framløgur, venjingar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum og B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
10. februar 2023
Endadato
2. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til Føroya søgu aftaná 1500 við denti á politisku søguna, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri føroyskari søgu.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • kunna síggja samanhangir millum fyribrigdi í nýggjari politisku søgu Føroya. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið viðvíkjandi nýggjari politisku søgu Føroya.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til politisku søgu Føroya aftaná 1500 og týðandi bókmentir um evnið. Hugt verður eftir útvaldum bókmentum, sum snúgva seg um modernaða føroyska søgu, og føroysk søga verður sett inn í eitt størri alevropeiskt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Próvdømingin er innaneturs eftir galdandi próvtalsstiga. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava hildið eina framløgu (sí undir Læru- og undirvísingarhættir) fyri flokkinum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 7. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
24. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará
Undirvísarar
Hans Andrias Sølvará
Aftur