2016 - Føroysk nýtíðarsøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroysk nýtíðarsøga
Skeiðsnummar
2016.16
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
fríggjadagur, 31. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til Føroya søgu aftaná 1500 við denti á politisku søguna, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri føroyskari søgu.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • kunna síggja samanhangir millum fyribrigdi í nýggjari politisku søgu Føroya. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið viðvíkjandi nýggjari politisku søgu Føroya.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til politisku søgu Føroya aftaná 1500 og týðandi bókmentir um evnið. Hugt verður eftir útvaldum bókmentum, sum snúgva seg um modernaða føroyska søgu, og føroysk søga verður sett inn í eitt størri alevropeiskt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Próvdømingin er innaneturs eftir galdandi próvtalsstiga. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava hildið eina framløgu (sí undir Læru- og undirvísingarhættir) fyri flokkinum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
12 og 13 Juni.
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará
Undirvísarar
Hans Andrias Sølvará
Aftur