2022 - Nýtíðar heimssøga
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Nýtíðar heimssøga
- Skeiðsnummar
- 2022.15
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á enskum og norskum. Framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 31. januar 2023
- Endadato
- 30. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna aftaná 1750, við serligum atliti at evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu, her í millum politiskum, búskaparligum og mentanarligum rákum, umframt at tey lesandi kunnu taka støðu til søgufrøðiligar tulkingar og grundarlagnum undir teimum. Tey lesandi skulu: Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu
- Læruúrtøka
- Læruúrtøka / Learning outcomes Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av samanhanginum í heimssøguni aftaná 1750 • vera før fyri at orða grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu aftaná 1750 • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið
- Innihald
- Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til grundleggjandi samanhangir í heimssøguni aftaná 1750, umframt vitan um grundleggjandi samfelagsviðurskifti í evropeisku samfeløgunum í tíðarskeiðinum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm, sum skal leggja til grund fyri framløgu fyri hinum studentunum á holdinum. Framløgan er ein treyt fyri at sleppa upp til próvtøku í fakinum
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við uttanseturs próvdøming. Meðan lærari og próvdómari eru til staðar, velur studenturin spurning, sum studenturin fær 30 minuttir til at fyrireika seg uppá. Í fyrireikingarhølinum hevur studenturin loyvi til at hava pensum, útflýggjaðar og egnar viðmerkingar, har hann kann leita sær upplýsingar
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- Ikki ásett
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 13. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 14. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Andrias Sølvará
- Undirvísarar
- Andras Marni Mortensen