2022 - Nýtíðar heimssøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Nýtíðar heimssøga
Skeiðsnummar
2022.15
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á enskum og norskum. Framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
5. februar 2024
Endadato
27. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna aftaná 1750, við serligum atliti at evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu, her í millum politiskum, búskaparligum og mentanarligum rákum, umframt at tey lesandi kunnu taka støðu til søgufrøðiligar tulkingar og grundarlagnum undir teimum. Tey lesandi skulu: Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu
Læruúrtøka
Læruúrtøka / Learning outcomes Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av samanhanginum í heimssøguni aftaná 1750 • vera før fyri at orða grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu aftaná 1750 • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til grundleggjandi samanhangir í heimssøguni aftaná 1750, umframt vitan um grundleggjandi samfelagsviðurskifti í evropeisku samfeløgunum í tíðarskeiðinum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm, sum skal leggja til grund fyri framløgu fyri hinum studentunum á holdinum. Framløgan er ein treyt fyri at sleppa upp til próvtøku í fakinum
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við uttanseturs próvdøming. Meðan lærari og próvdómari eru til staðar, velur studenturin spurning, sum studenturin fær 30 minuttir til at fyrireika seg uppá. Í fyrireikingarhølinum hevur studenturin loyvi til at hava pensum, útflýggjaðar og egnar viðmerkingar, har hann kann leita sær upplýsingar
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
Ikki ásett
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 21. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
19. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará
Undirvísarar
Aftur