2023 - Eldri heimssøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Eldri heimssøga
Skeiðsnummar
2023.14
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin og annað undirvísingartilfar er á enskum. Framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og Samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
Byrjanardato
1. september 2023
Endadato
15. desember 2023
Fakligt innihald
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna í miðøld og fram til umleið 1750, við serligum denti á evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: • hava eina breiða fatan av søgugongdini í miðøld og fram til umleið 1750 • vera før fyri at orða grundleggjandi spurningar í evropeiskari søgu áðrenn 1750 • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið.
Innihald
Tey lesandi fáa gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til grundleggjandi samanhangir í heimssøguni í miðøld og fram til 1750 og vitan um grundleggjandi samfelagsviðurskifti í evropeisku samfeløgunum í tíðarskeiðinum. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum. Framløgan er ein treyt fyri at sleppa upp til próvtøku í fakinum
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava hildið eina framløgu (sí undir Læru- og undirvísingarhættir) fyri flokkinum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 11. januar 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
9. september 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará
Undirvísarar
Petur Páll Winther Hentze
Aftur