2026 - Bacheloruppgáva í samfelagsvísindum
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Bacheloruppgáva í samfelagsvísindum
Skeiðsnummar
2026.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
20,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í samfelagsvísindum
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
8. desember 2023
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni prógvar hin lesandi at hann megnar at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Innihald
Eitt sjálvvalt evni innan karmarnar av fakøkinum: samfelagsvísindi. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til viku 25 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
22. desember 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir
Undirvísarar
Erika Anne Hayfield, Firouz Gaini, Olga Biskopstø, Ragnheiður Bogadóttir, Runa Preeti Ísfeld
Aftur