2110 - Vísindaástøði og háttaløg
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Vísindaástøði og háttaløg
Skeiðsnummar
2110.16
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiða.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum og B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
29. august 2024
Endadato
5. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg. Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum í vísindaligu stevnunum, hann/hon hevur lært um í skeiðnum. • Duga at greiða frá, hvørji kvalitativ og kvantitativ háttaløg eru í samfelagsvísind og søgu. • Duga at greiða frá og hugleiða um tilknýti millum vísindaligu stevnurnar og háttaløg. • Duga sjálvstøðugt at leggja sín lestur til rættis og duga grundleggjandi akkademiskt hándverk.
Innihald
Grundleggjandi vísindaástøði, har dentur verður lagdur á at skilja ímillum vísindaligu stevnurnar (positivisma, hermeneutik, fænemenologi, strukturalismu, kritisk realisma, socialkonstruktivisma, pragmatisma). Innlit í tey vanligastu kvalitativu og kvantitativu háttaløgini (herundir lýsandi hagfrøði), og hvat tilknýti hesi hava til tær vísindateoretisku stevnurnar. Harumframt fáa tey lesandi eina innleiðslu í lestrarførleika og fróðskaparhegni (akkademiskum hándverki).
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum fyrilestrar, samrøður, bólkaarbeiði, venjingar og bókasavnsvitjan.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd (5 tímar) í vísindaástøði, umframt ein bundin skrivlig heimauppgáva í háttaløgum.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 3
Freist fyri frámelding til próvtøku
29. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Undirvísarar
Jógvan Dalbø Hansen, Heri á Rógvi, Jens Christian Svabo Justinussen
Aftur