2143 - Politisk ástøði og idesøga
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Politisk ástøði og idesøga
- Skeiðsnummar
- 2143.16
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.A. í søgu, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
- Fortreytir
- Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 1. september 2024
- Endadato
- 5. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at geva teimum lesandi holla fatan av politiskum ástøði og idesøgu síðan Platon og fram til í dag.
- Læruúrtøka
- Tey lesandi skulu: • Vita hvørjir høvuðspersónarnir eru innan politisk ástøði, herundir nær teir/tær hava livað, og duga at greiða frá høvuðslinjunum í tí søgu- og samfelagsliga samanhanginum (søguliga kontekstinum), rithøvundarnir hava liva í. • Duga at greiða frá høvuðstankagongdini hjá teimum ástøðingunum, sum hava verið viðgjørdir í skeiðnum. • Sjálvstøðugt at viðgera og greina týdningin av politisku hugsanini hjá hesum ástøðingunum fyri samtíðina.
- Innihald
- Hvussu er frægast at innrætta samfelagið? Hvat er fyrimunurin við einari demokratiskari skipan í mun til eitt nú einaveldi? Platon var skeptiskur yvir fyri báðum, og Churchill helt speiskur, at demokratiska skipanin er tann ringasta av øllum undantikið allar aðrar stýrisskipanir, sum hava verið royndar upp gjøgnum tíðina. Spurningurin um, hvussu frægast er at skipa seg, hevur upptikið heimspekingar yvir 2500 ár. Vit liva í einum heimi við nógvum politiskum skipanum, og spurningurin vil helst stinga seg upp, so leingi menniskju liva saman í felagsskapi. Í hesum skeiði verður greitt frá, hvørjir høvuðs persónarnir í politiskum ástøði og idesøgu hava verið upp gjøgnum tíðirnar fram til í dag. Nakrir av teimum teoretikarunum, sum verða lýstir, eru Platon, Aristoteles, Locke, Hobbs og Rawls (undirvísarin ger endaligan lista).
- Læru- og undirvísingarhættir
- Tey lesandi skulu: • Vita hvørjir høvuðspersónarnir eru innan politisk ástøði, herundir nær teir/tær hava livað, og duga at greiða frá høvuðslinjunum í tí søgu- og samfelagsliga samanhanginum (søguliga kontekstinum), rithøvundarnir hava liva í. • Duga at greiða frá høvuðstankagongdini hjá teimum ástøðingunum, sum hava verið viðgjørdir í skeiðnum. • Sjálvstøðugt at viðgera og greina týdningin av politisku hugsanini hjá hesum ástøðingunum fyri samtíðina.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við 30 min. fyrireikingartíð. Pensum, egnar notur og annað tilfar frá undirvísingini er loyvt at hava við í fyrireikingarhølið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 10. januar, 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 1. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Christian Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Jógvan Dalbø Hansen