2224 - Spælteori (valskeið)
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Spælteori (valskeið)
Skeiðsnummar
2224.20
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv. Mikrobúskaparfrøði 1 og 2 eru fortreytir fyri at luttaka á hesum skeiði.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, venjingar, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
30. januar 2023
Endadato
31. mai 2023
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk, ástøði og háttalag innan spæl teori, og gera tey før fyri sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at brúka teoretisku hugtøkini og matematisku myndlarnar, sum eru gjøgnumgingnir í skeiðinum, til at: • At skilja og kunna greiða frá fleiri spæl teoretiskar mátar at skilja atferð í strategiskum støðum. • Greina ymisk spøl og kunna brúka ymisk amboð til tess at finna eina javnvág • Skilja ímillum spæl støðum og reinum individuellum avgerðar støðum • Kunna greiða frá spæl teoretiskum hugtøkum so sum: spælarum, strategium, vinningi, rationaliteti og Nash javnvág • Kunna greiða frá hugtøkunum um dominerandi strategi og reinum og blandaðum strategium og besta aftursvar • Kunna finna tað dominerandi strategiina og tað reinu og tað blandaðu strategi Nash javnvágina • Kunna tulka úrslitini av analysuni
Innihald
Skeiðið viðger spæl teori frá einum búskaparligum sjónarmiði. Spæl teori er ein háttur at gera støddfrøðiligar myndlar fyri strategiska interaktión millum avgerðar takarar. Í hesum skeiðinum læra vit grundleggjandi spæl teori og amboð til at loysa nógvar ymiskar búskaparligar avbjóðingar m.a. innan økini ídnaðar organisering, makro búskaparfrøði og tilfeingisbúskap osfr. Innihaldið á skeiðinum er: 1. Innleiðsla til spæl teori 2. Spøl í strategisk formi 3. Spøl í ekstensivum formi 4. Spøl við ófullfíggjaðum upplýsingum 5. Endurtikin spøl
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 8. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Ellefsen
Undirvísarar
Hans Ellefsen
Aftur