2272 - Globalisering og samfelagsbroytingar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Globalisering og samfelagsbroytingar
- Skeiðsnummar
- 2272.21
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- Fortreytir
- Staðið tema 1 (Sosialvísindi, 5. lestrarhálva) og tema 2 (Samfelagsplanlegging, 5. lestrarhálva) á bachelorútbúgvingini (BSSc) í Samfelagsvísindum, ella samsvarandi kvalifikasjónir.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Framløgur, venjingar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og Samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 7. februar 2023
- Endadato
- 23. mars 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um ta ávirkan, ið globaliseringsgongdin hevur á lívinum hjá einstaklingum í samfelagnum – samleika, lívsmøguleikar, mál, osfr. Hin lesandi skal eisini fáa innlit í, hvussu global viðurskifti er samanbundin við mentanarliga homogenisering/diversifisering, ójavna, ideologiir um líkleika/ymisleika og virði.
- Læruúrtøka
- Aftaná lokið skeið kann tann lesandi: greiða frá um globalisering og globaliseringsrák í samfelagsvísindaligum og -ástøðiligum høpi. diskutera og greina á hvønn hátt globalisering elvir til týðandi samfelagsbroytingar, bæði í Føroyum og úti í heimi. greiða frá og greina hvussu nútíðar globalisering er eitt framhald av altjóða samskifti úr eldri tíð. Dugir at greina globaliseringsdiskursir í ljósinum av samfelagsvísindaligari gransking.
- Innihald
- Sosiologisk og antropologisk ástøði um globalisering og týdning teirra í royndini at fata borgaraskap og flytføri, miðlar og tvørmentanarligt forbrúk av vørum og praksissum. Ástøði um globalisering “úr erva” og “úr neðra”. Kanning av kompleksu streymarnar av fólki, hugskotum, myndum, kapitali og materiellum vørum, sum definera globalisering í dag. Greining av sosialum, mentanarligum, búskaparligum, materiellum og ideologiskum síðum av globaliseringsgongdini. Greining av relatiónini millum tað lokala og tað globala.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Framkøgur, upplegg, venjingar og kjak. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við støði í pensum. Treytin fyri at sleppa upp til munnligu próvtøkuna er, at tann lesandi hevur staðið eina skrivliga uppgávu (essay), sum telur umleið 2.000 orð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 20. mars 2023, og munnliga próvtøkan er sett til 27. mars 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 21. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Firouz Gaini
- Undirvísarar
- Firouz Gaini