2272 - Globalisering og samfelagsbroytingar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Globalisering og samfelagsbroytingar
Skeiðsnummar
2272.21
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Staðið tema 1 (Sosialvísindi, 5. lestrarhálva) og tema 2 (Samfelagsplanlegging, 5. lestrarhálva) á bachelorútbúgvingini (BSSc) í Samfelagsvísindum, ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Framløgur, venjingar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Byrjanardato
30. januar 2024
Endadato
7. mars 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um ta ávirkan, ið globaliseringsgongdin hevur á lívinum hjá einstaklingum í samfelagnum – samleika, lívsmøguleikar, mál, osfr. Hin lesandi skal eisini fáa innlit í, hvussu global viðurskifti er samanbundin við mentanarliga homogenisering/diversifisering, ójavna, ideologiir um líkleika/ymisleika og virði.
Læruúrtøka
Aftaná lokið skeið kann tann lesandi:  greiða frá um globalisering og globaliseringsrák í samfelagsvísindaligum og -ástøðiligum høpi.  diskutera og greina á hvønn hátt globalisering elvir til týðandi samfelagsbroytingar, bæði í Føroyum og úti í heimi.  greiða frá og greina hvussu nútíðar globalisering er eitt framhald av altjóða samskifti úr eldri tíð.  Dugir at greina globaliseringsdiskursir í ljósinum av samfelagsvísindaligari gransking.
Innihald
 Sosiologisk og antropologisk ástøði um globalisering og týdning teirra í royndini at fata borgaraskap og flytføri, miðlar og tvørmentanarligt forbrúk av vørum og praksissum.  Ástøði um globalisering “úr erva” og “úr neðra”.  Kanning av kompleksu streymarnar av fólki, hugskotum, myndum, kapitali og materiellum vørum, sum definera globalisering í dag.  Greining av sosialum, mentanarligum, búskaparligum, materiellum og ideologiskum síðum av globaliseringsgongdini.  Greining av relatiónini millum tað lokala og tað globala.
Læru- og undirvísingarhættir
Framkøgur, upplegg, venjingar og kjak. Tey lesandi hava aktiva luttøku, eitt nú við at leggja fram teirra forstáilsi av úrvaldum tekstum og við at geva teirra ískoyti annars til kjakið.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í pensum. Treytin fyri at sleppa upp til munnligu próvtøkuna er, at tann lesandi hevur staðið eina skrivliga uppgávu (essay), sum telur umleið 2.000 orð.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 21. mars 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
13. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Firouz Gaini
Undirvísarar
Firouz Gaini
Aftur