2276 - Almenn Umsiting
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Almenn Umsiting
- Skeiðsnummar
- 2276.23
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
- Fortreytir
- Miðnám og staðið fakið Stjórnmálafrøði
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er á føroyskum, enskum og donskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og Samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
- Byrjanardato
- týsdagur, 22. august 2023
- Endadato
- mánadagur, 11. desember 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at geva tí lesandi innlit í, hvussu almenn umsiting verður fatað í stjórnmálafrøðini (politologiini), hvussu hon verður skipað (organiserað), og hvønn leiklut hon hevur í eini nútíðarhóskandi demokratiskari politiskari skipan.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri: - at orða og grundgeva fyri einum viðkomandi spurdómi til evni viðgjørt í fakinum - allýsa hugtøk og viðgera ástøði av týdningi fyri spurdómin - menna eitt yvirskipað kanningarsnið fyri kanningina av spurdóminum og meta um viðkomandi empiriskt tilfar/data av týdningi fyri spurdóm - greina almenn umsitingarlig evni - duga at meta um, hvussu almenn umsiting virkar
- Innihald
- Í skeiðnum verða grundleggjandi evnir innan almenna umsiting viðgjørd. Tað fevnir um: • meginreglur og myndlar fyri skipan av eini landsfyrisiting, • bureaukrati, • leiklutin hjá einum embætisfólki og samanspælið millum embætisfólk og landsstýrisfólk. Harumframt fevnir skeiðið um: • almenna stýring og almenna fíggjarstýring, • implementering og leiklutin hjá almennum starvsfólkum (street-level bureaucrats), almenn umsiting á ymiskum stigum: nationalt (miðsavnað), lokalt (kommunur) og altjóða (t.d. • ES), • serføroysk viðurskifti sum t.d. stødd á umsitingarligum eindum og Ríkisfelagsskapurin, og hvønn týdning tað hevur fyri almenna umsiting í Føroyum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin verður skipað sum ein samanseting av fyrilestrum og virknari undirvísing, har tann lesandi luttekur við bólkaarbeiði, smærri skrivligum uppgávum og viðgerð av evnum í undirvísingini. Lesandi skipa eisini fyri framløgum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Tey lesandi skulu velja sær eitt evni og orða ein spurdóm, ið undirvísarin skal góðkenna, og einsæris skriva eina uppgávu á 5.000 orð +/- 10%. Uppgávan skal verjast við munnligari próvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga innlatingin verður latin inn 20. desembur 2023. Munnliga próvtøkan er sett til 24. januar 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 22. august 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Christian Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Ingibjørg Berg