2281 - Virkisstýring
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Virkisstýring
- Skeiðsnummar
- 2281.21
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Luttøka í skeiðinum krevur ongar fortreytir í búskaparfrøði.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 28. januar 2025
- Endadato
- sunnudagur, 28. mai 2028
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva teim lesandi: • Innleiðslu í virkisbúskaparlig hugtøk og mannagongdir í sambandi við avgerðargongdir innan ymisk virkisumhvørvi Fatan av praktiskari nýtslu av búskaparligum greiningum við atliti til virkisstjórnarligar avgerðargongdir
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri at skilja og vandaliga greina fylgjandi hugtøk: • Corporate Goals og Corporate Governance • Capital Budgetting og Project Analysis • Valuation of Free Cash Flow (WACC & APV) • Risk og Cost of Capital • Financial Planning og Making Investment Decisions • Corporative Debt og Working Capital • M&A og Corporative Restructuring
- Innihald
- Skeiðið lærir tey lesandi virkisbúskaparlig hugtøk, sum eru neyðug amboð í sambandi við virkisstjórnarligar avgerðargongdir, har veljast skal millum tøkar møguleikar fyri at røkka virkisendamálu(nu)m. Umrødd evni eru: ger av fíggjarætlan, virðisáseting, rakstrarkostnaðir, rakstrarpeningur, cash-flow og kapitalbygnaðir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrartímar og venjingartímar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við fyrireiking hvar tann lesandi hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 17 og 18 Juni.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 28. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Mrdalo Zvonimir Pero Duro
- Undirvísarar
- Mrdalo Zvonimir Pero Duro