2282 - Støddfrøði 1
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Støddfrøði 1
Skeiðsnummar
2282.21
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Støddfrøði B-stig á miðnámsskúla ella líknandi førleikar
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
29. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri: Vitan: • at endurgeva og greiða frá týðandi definitiónum, úrslitum og samanhangum innan grundleggjandi støddfrøðiliga greining. • at sýna yvirlit yvir viðkomandi hugtøk, úrslit og háttaløg innan tey evni, sum skeiðið fevnir um, tá ítøkiligar uppgávur skulu loysast. Førleikar: • at nýta hugtøk, úrslit og háttaløg innan evnini á skeiðinum til at svara ítøkiligar uppgávur. • at leggja fram svar uppá ítøkiligar uppgávur á ein greiðan og neyvan hátt. Hegni: • at ogna sær støddfrøðiligar førleikar á støði við tey evni, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum, fyrst og fremst við tí fyri eyga at nýta hesir seinni á øðrum skeiðum í útbúgvingini.
Innihald
Innihaldið í skeiðinum kann yvirskipað flokkast í hesi øki: 1. Grundleggjandi støddfrøði, herundir • Settir, logikkur og próvførsla • Algebra, líkningar og ólíkningar 2. Funktiónir av einum variabli, herundir • Ymisk funktiónssløg: Polynomir, potensfunktiónir, eksponential- og logaritmufunktiónir 3. Arbeiðshættir innan kalkulus, herundir • Grensur og kontinuitetur • Differentialrokning og nýtsla av differentialrokning, eitt nú optimering uttan treytir • Integralrokning og nýtsla av integralrokning • Implisitt differentiering Í øllum evnum verður dentur lagdur á nýtslu innan búskaparfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, innlatingar, o.a.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 3 tímar við lærubókum, lummaroknara (uttan CAS) og formlasavni. Legg til merkis, at telda kann ikki nýtast undir próvtøkuni. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 3
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
Undirvísarar
Sjúrður Zachariasson
Aftur