2285 - Mikrobúskaparfrøði 1
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Mikrobúskaparfrøði 1
- Skeiðsnummar
- 2285.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Staðið miðnám við støddfrøði á B stigi.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 28. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparligt háttalag í greiningum av búskaparligum spurningum.
- Læruúrtøka
- Tann lesandi skal eftir lokið skeið - innanfyri búskaparfrøðiligu rammuna av búskaparmyndlum við fullkomnari kapping - vera førur fyri: • At greina og rokna út marknaðarjavnvágir og broytingar í hesum, tá búskaparumhvørvið broytist • At skilja og endurgeva, hvussu rationellir brúkarar velja millum ymiskar møguleikar, treytað av prísum og inntøku • At greina og rokna út, hvussu atferð hjá brúkarum er treytað av teirra preferensum • At greina og rokna út, hvussu ein framleiðari velur eina framleiðsluætlan, tá hann vil maksimera sín vinning • At greina heildarjavnvágir (Walras-javnvágir) í einum búskapi við tveimum aktørum (tveimum brúkarum ella einum brúkara og einari fyritøku) • At greina Pareto-optimalar legur í einum búskapi
- Innihald
- Skeiðið er framhald av skeiðunum ‘Aðaltættir í búskaparfrøði’, ‘Støddfrøði 1’ og ‘Støddfrøði 2’. Skeiðið er eitt innleiðandi skeið í mikrobúskaparfrøði, har leitt verður inn til formligar, matematiskar greiningar av mikrobúskaparligum spurningum. Í gjøgnumgongdini av ástøðum og myndlum verður áherðsla løgd á sambandið millum fortreytirnar og tey úrslit og niðurstøður, sum koma burturúr. Skeiðið gevur tí lesandi innleiðslu í og fatan av búskaparligum avgerðum hjá aktørum (húsarhaldi ella fyritøku) í einum marknaðarbúskapi við fullkomnari kapping. Hetta førir til eina lýsing av búskaparligari heildarjavnvág og greining av vælferð við støði í grundleggjandi vælferðarlærusetningum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðstilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til viku 51
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Ellefsen
- Undirvísarar
- Sjúrður Zachariasson