2287 - Støddfrøði 2
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Støddfrøði 2
- Skeiðsnummar
- 2287.22
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá Støddfrøði 1 ella líknandi skeiði er ikki fortreyt men avgjørdur fyrimunur.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Venjingar, innlatingar o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalestur og valskeið verða avgreidd á skrivstovuni á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 30. januar 2023
- Endadato
- 1. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við hesum skeiði er, at næmingurin fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri: Vitan: • at endurgeva og greiða frá týðandi definitiónum, úrslitum og samanhangum innan grundleggjandi støddfrøðiliga greining. • at sýna yvirlit yvir viðkomandi hugtøk, úrslit og háttaløg innan tey evni, sum skeiðið fevnir um, tá ítøkiligar uppgávur skulu loysast. Førleikar: • at nýta hugtøk, úrslit og háttaløg innan evnini á skeiðinum til at svara ítøkiligar uppgávur. • at leggja fram svar uppá ítøkiligar uppgávur á ein greiðan og neyvan hátt. Hegni: • at ogna sær støddfrøðiligar førleikar á støði við tey evni, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum, fyrst og fremst við tí fyri eyga at nýta hesir seinni á øðrum skeiðum í útbúgvingini.
- Innihald
- Støddfrøði 2 er beinleiðis framhald av Støddfrøði 1. Innihaldið í skeiðinum kann yvirskipað flokkast í hesi øki: 1. Grundleggjandi lineert algebra, herundir • Vektor- og matrisurokning • Linjurættar líkningaskipanir • Determinantar og inversar matrisur • Eigenvirðir og eigenvektorar • Kvadratiskir formar 2. Funktiónir av fleiri variablum, herundir • Partiell differentiering • Homogenar funktiónir • Konkavar og konveksar funktiónir • Optimeringstrupulleikar við og uttan treytir 3. Differentiallíkningar og differenslíkningar • Innleiðandi um differenslíkningar • Differentiallíkningar á 1. stigi • Separablar differentiallíkningar Í øllum evnum verður dentur lagdur á nýtslu innan búskaparfrøði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, venjingar, innlatingar, o.a.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka í 3 tímar við lærubókum, lummaroknara (uttan CAS) og formlasavni. Legg til merkis, at telda kann ikki nýtast undir próvtøkuni. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 16. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus