2287 - Støddfrøði 2
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Støddfrøði 2
Skeiðsnummar
2287.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá Støddfrøði 1 ella líknandi skeiði er ikki fortreyt men avgjørdur fyrimunur.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
mánadagur, 27. januar 2025
Endadato
hósdagur, 15. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at næmingurin fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri: Vitan: • at endurgeva og greiða frá týðandi definitiónum, úrslitum og samanhangum innan grundleggjandi støddfrøðiliga greining. • at sýna yvirlit yvir viðkomandi hugtøk, úrslit og háttaløg innan tey evni, sum skeiðið fevnir um, tá ítøkiligar uppgávur skulu loysast. Førleikar: • at nýta hugtøk, úrslit og háttaløg innan evnini á skeiðinum til at svara ítøkiligar uppgávur. • at leggja fram svar uppá ítøkiligar uppgávur á ein greiðan og neyvan hátt. Hegni: • at ogna sær støddfrøðiligar førleikar á støði við tey evni, sum verða gjøgnumgingin í skeiðinum, fyrst og fremst við tí fyri eyga at nýta hesir seinni á øðrum skeiðum í útbúgvingini.
Innihald
Støddfrøði 2 er beinleiðis framhald av Støddfrøði 1. Innihaldið í skeiðinum kann yvirskipað flokkast í hesi øki: 1. Grundleggjandi lineert algebra, herundir • Vektor- og matrisurokning • Linjurættar líkningaskipanir • Determinantar og inversar matrisur • Eigenvirðir og eigenvektorar • Kvadratiskir formar 2. Funktiónir av fleiri variablum, herundir • Partiell differentiering • Homogenar funktiónir • Konkavar og konveksar funktiónir • Optimeringstrupulleikar við og uttan treytir 3. Differentiallíkningar og differenslíkningar • Innleiðandi um differenslíkningar • Differentiallíkningar á 1. stigi • Separablar differentiallíkningar Í øllum evnum verður dentur lagdur á nýtslu innan búskaparfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, innlatingar, o.a.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 3 tímar við lærubókum, lummaroknara (uttan CAS) og formlasavni. Legg til merkis, at telda kann ikki nýtast undir próvtøkuni. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Vika 24
Freist fyri frámelding til próvtøku
leygardagur, 1. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
Undirvísarar
Aftur