2289 - Mikrobúskaparfrøði 2
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Mikrobúskaparfrøði 2
Skeiðsnummar
2289.23
Lestrarár
2022-2023
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Staðið miðnám við støddfrøði á B stigi. Førleiki frá skeiðunum Aðaltættir í búskaparfrøði, Mikrobúskaparfrøði 1, Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 er fyrimunur.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalestur og valskeið verða avgreidd á skrivstovuni á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
31. januar 2023
Endadato
1. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at tey lesandi fáa førleikar at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiligt háttalag og hugsanarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er tann lesandi førur fyri at: • Greina atburðin hjá fyritøkum við monopolmakt • Greina strategiskar støður í vanligum formi (‘normal form games’) og finna Nash-javnvágir • Greina strategiskar støður í víðkaðum formi (‘strategic form games’) og finna ‘subgame perfect’ javnvágir • Greina atburðin hjá fyritøkum, sum eru í oligopolistiskari kapping við at brúka myndlarnar hjá Cournot, Bertrand ella Stackelberg • Greina atburð hjá brúkarum og fyritøkum í støðum við óvissu • Greina atburð og javnvágir á marknaðum fyri framleiðslumiðlar (‘factor markets’) • Greina, hvussu eksternalitetir í nýtslu ella framleiðslu ávirka atburð hjá brúkarum og fyritøkum • Greina hvussu til ber, við ymsum politiskum átøkum at bøta um trupulleikarnar, ið standast av eksternalitetum • Greina avbjóðingar við framleiðslu og gagnnýtslu av felagsvørum (‘public goods’) • Greina støður við ósymmetriskari vitan (‘asymmetric information’) – herundir støður við ‘hidden action’ ella ‘hidden characteristics’
Innihald
Mikrobúskaparfrøði 2 viðger formligar, matematiskar greiningar av mikrobúskaparfrøðiligum spurningum. Skeiðið leggur dent á, at venja tey lesandi í sjálvstøðugari nýtslu av mikrobúskaparfrøði í greiningum av búskaparligum spurningum. Mikrobúskaparfrøði 1 inniheldur eina grundleggjandi viðgerð av búskaparmyndlum við fullkomnari kapping. Í skeiðinum Mikrobúskaparfrøði 2 víðka vit hesa viðgerð við at greina nøkur av teimum marknaðarbrekum, sum kunnu stava frá eitt nú marknaðarmakt, strategiskum samspæli, eksternaliteti, felagsvørum og ósymmetriskari vitan, sum per konstruktión ikki eru partur av myndlunum av búskapum við fullkomnari kapping. Somuleiðis viðgera vit, hvussu hesi marknaðarbrek kunnu handfarast. Greiningarnar byggja á teoretisku hugtøkini og matematisku myndlarnar, sum verða gjøgnumgingnir á skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pensum verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum og venjingartímunum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í pensum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 12. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Ellefsen
Undirvísarar
Regin Hammer
Aftur