2290 - Makrobúskaparfrøði 1
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Makrobúskaparfrøði 1
Skeiðsnummar
2290.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Staðið miðnám við støddfrøði á B stigi.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
29. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva næmingunum førleikar til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um stakpartar av drúgføru samfelagsmenningini, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • Við formligum myndlum og egnum orðum at greina hugtøk og stakpartar í drúgføru menningini av samfelagsbúskapinum • Við formligum myndlum og sjálvstøðugum teksti at greina mest týðandi hugtøkini í frøðini um búskaparvøkstur • Við støði í nútímans formligari búskaparfrøði at greina búskaparvøksturin í framkomnum londum og munin í inntøku millum rík og fátøk lond • Við hagfrøðiligum forriti at brúka hagfrøði til at greina búskapargongdina í heimsins ymsu londum
Innihald
Á skeiðinum verður givin frálæra um drúgføra samfelagsbúskapin (long-run macroeconomics) og um búskaparvøkstur. Við støði í Aðaltættum í makrobúskaparfrøði og Makrobúskaparfrøði 1, fáa næmingarnir innlit í mest algongdu formligu myndlarnar um búskaparvøkstur og drúgføru rákgongdirnar í framleidni og miðalinntøku, í nýtslu og íløgum. Nortið verður við fleiri aðrar tættir í sambandi við búskaparvøkstur og drúgføra búskapin, við tí endamáli at geva næmingunum fatan av umfatandi evnisúrvalinum. Dentur verður lagdur á at læra næmingarnar at brúka hagfrøðilig forrit til at greina hagtøl um evni viðvíkjandi búskaparvøkstri og búskaparmenning í heiminum.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærutilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum. Í venjingartímunum arbeiða næmingarnir saman fyri at finna fram til loysnir upp á uppgávur í lærutilfarinum, ella skriva stuttar frágreiðingar um givin evni.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Tvær uppgávur skulu avleverast sum fyritreyt til próvtøkuna. Skrivliga próvtøkan er sett til viku 1
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Johnny í Grótinum
Undirvísarar
Johnny í Grótinum
Aftur