2292 - Organisatiónsgreining
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Organisatiónsgreining
Skeiðsnummar
2292.23
Lestrarár
2022-2023
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Staðið miðnám er ein treyt. Fakið er lagt til rættis eftir BA-útbúgvingini í búskaparfrøði, men fakið er eisini egnað fyri lesandi á samfelagsligum útbúgvingum.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalestur og valskeið verða avgreidd á skrivstovuni á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
30. januar 2023
Endadato
24. mai 2023
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa litteraturin innanfyri organisatións-gransking og sjálvstøðugt at brúka hugtøk, metodur og hugsunarhátt í greiningum av organisatiónum og organisatoriskum avbjóðingum/møguleikum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greina, hvussu leiðara, starvsfólk og umhvørvið uppliva, tulka og interagera í einari ella fleiri organisatiónum. Tann lesandi skal tískil vera førur fyri sjálvstøðugt at: • Framføra og diskutera ástøðilig sjónarhorn um, hvat ein organisatión er, og hví organisatiónir eksistera. • Greina og diskutera fyrimunir/vansar við teimum resoursum og amboðum, sum organisatiónir og starvsfólk brúka. • Greina, hvussu organisatiónir verða ávirkaðar av, og tillaga seg eftir, umhvørvinum, sum tær eru í. • Brúka relevant tilfar frá pensum til at skilja og greiða frá avbjóðingum, internum og eksternum, í organisatiónum og í samband við organisering. Hervið skal tann lesandi verða førur fyri veita ráð um og leiðbeining til, hvussu avbjóðingarnar kunnu handfarast á bestan hátt. • Gera kritiska meting av, hvussu ástøði og hugtøk frá pensum er relevant í konkretum støðum.
Innihald
Fakið hevur fokus á, hvussu organisatiónir (arbeiðspláss) virka. Tann lesandi fær innføring í eina røð av organisatiónsástøðum, hugtøkum og metodu, sum geva lesandi førleikar at greina og diskutera, hvat ein organisatión er, hvussu hon virkar og hvat fyri avbjóðingar/møguleikar ein organisatión hevur. Fakið gevur hervið lesandi innleiðslu í og fatan av, hvussu mannagongdir, strukturar, makt, vanar o.s.fr. virka í organisatoriskum samanhangi, sum eisini er ein partur av samfelagnum. Fakið er bygt á trý grundleggjandi evnir: 1. Hvussu hevur menningin av organisatiónsástøðum verið gjøgnum tíðina, og hví eru ein partur av okkara gerandisdag? 2. Hvørjar ressoursur eru týdningarmiklasta input hjá organisatiónum? 3. Hvørji instrument verða brúkt/útnyttaði í organisatoriskum Relatiónum? Saman við ástøðini gevur fakið lesandi eitt innlit í ymiskum metodum, tá arbeitt verður við at greina organisatiónir.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøði og hugtøk frá pensum verða gjøgnumgingin í fyrilestrunum og konkretiseraði í venjingartímum. Í venjingartímunum arbeiða tey lesandi við uppgávum, sum byggja á case-tilfar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga við útgangsstøði í einari tíðar- og evnisbundnari heimauppgávu à 10 síður.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Heimauppgávan verður latin inn 19. mai 2023, og munnliga framløgan er sett til 19. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
Undirvísarar
Anna Maria Ellingsgaard
Aftur