2296 - Tilfeingisbúskapur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Tilfeingisbúskapur
Skeiðsnummar
2296.21
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv. Førleikar frá Mikro 1 og Mikro 2 eru avgjørdir fyrimunir.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði melda seg til skeiðið á Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
27. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í hugtøk, ástøði og háttalag innan tilfeingisbúskap, og gera tey før fyri sjálvstøðugt at brúka hesi í verki.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • At definera hugtakið tilfeingisrenta og greina týdningin av tilfeingisrentu fyri búskaparfrøði um náttúrutilfeingi. • At definera, hvat “common pool” tilfeingi er, og greina hvørjar serligar avbjóðingar hesi geva við atliti til samfelagsliga sæð skilagóða nýtslu, tvs. størst møguliga realisering av tilfeingisrentu. • At skilja og endurgeva, hvørji sløg av rættindum og skyldum finnast við atliti til gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, og leiklutin hjá tí almenna sum garantur fyri hesum rættindum og skyldum. • Við formligum myndlum at greina, hvussu fyritøkur, ið brúka “common pool” náttúrutilfeingi í síni framleiðslu, velja sína framleiðsluætlan, alt eftir hvussu lógarverkið fyri gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum er skipað. • Við formligum myndlum at greina heildarjavnvágir í eini vinnu, ið gagnnýtir “common pool” náttúrutilfeingi, og vælferðareginleikar (realisering og býti av tilfeingisrentu) hjá hesum javnvágum, alt eftir hvussu lógarverkið fyri gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum er skipað. • At greina politisku tilgongdina, ið definerar rættindi og skyldur við atliti til “common pool” náttúrutilfeingi, undir hesum serliga hvørji viðurskifti hava ávirkan á, í hvønn mun prosessin framleiðir lógir og reglur, ið stuðla undir realisering og ynskiligt býti av tilfeingisrentuni.
Innihald
Skeiðið viðger samfelagsliga og vinnuliga handfaring og gagnnýtslu av trimum frummyndarligum “common pool” náttúrutilfeingjum – 1. fiskiríkidømi, 2. oljuríkidømi og 3. vatn og luft sum ruskspannir og reinsiverk fyri burturkast frá vinnuligum virksemi. Skeiðið viðger trý grundleggjandi evnir innan samfelagsliga og vinnuliga handfaring og gagnnýtslu av “common pool” náttúrutilfeingi: 1. Alment regluverk fyri vinnuliga nýtslu av “common pool” náttúrutilfeingi: Lógir og reglugerðir, ið skilmarka og áseta rættindi og skyldur hjá vinnuligum aktørum og almennummyndugleikum mótvegis hvørjum øðrum í sambandi við handfaring og nýtslu av “common pool” náttúrutilfeingi. 2. Vinnulig optimering innanfyri givnar lógir og regluverk í “common pool” tilfeingisvinnum umframt marknaðarjavnvágir og vælferðarávirkan (realisering og býti av tilfeingisrentuni), sum standast av hesi atferð. 3. Politiska tilgongdin (umfatandi bæði formligu politisku prossessina, lobbyvirksemi, samráðingar millum áhugabólkar osfr), ið ásetir almenna regluverkið fyri vinnuliga nýtslu av “common pool” náttúrutilfeingi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
3 tímar skriftlig próvtøka. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 51
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Ellefsen
Undirvísarar
Hans Ellefsen
Aftur