2300 - Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og virkisfrøði
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Lokarit á grundnámi í Búskaparfrøði og virkisfrøði
Skeiðsnummar
2300.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Fyri at lata inn lokarit, skal næmingurin í minsta lagi hava staðið allar lærugreinir á øðrum lestrarári. Undir heilt serligum umstøðum ber til at gera undantak frá hesi reglu.
Undirvísingarmál
Lokaritið, leiðbeining, verkstovur og próvtøkan eru á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
1. desember 2023
Endadato
1. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Ritgerð at skriva til lestralok av grundnáminum
Læruúrtøka
Av at skriva lokarit skal næmingurin læra: • Í skrift at staðfesta, greina og lýsa eitt mál av búskaparfrøðiligum slag á hóskandi teoretiskum stigi • At leita fram neyðugu upplýsingarnar og data, og at leggja til rættis skipaða viðgerð av upplýsingunum, við vísindaligum metodum, grundað á teoretiskan lærdóm í lestrinum, og í arbeiðinum við lokaritinum • At lýsa tættirnar í valda evninum við støði í teorium úr lestrinum og í arbeiðinum við lokaritinum • At skriva væl skipað lokarit um valda evnið við samanseting av dataviðgerð og teoretiskum kunnleika um búskaparfrøði og/ella virkisfrøði • At skriva niðurstøður, grundaðar á viðgerðina, at vísa á møguligar avleiðingar og á hugsandi víðkaða viðgerð av evninum • At velja og brúka best hóskandi bókmentir til teoretiskt, metodiskt og empiriskt tilfar
Innihald
Vísindalig viðgerð av hóskandi evni í búskaparfrøði og/ella virkisfrøði, undir leiðbeining frá lærarum
Læru- og undirvísingarhættir
Leiðbeining og verkstovur
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Næmingurin skrivar fyrst upprit og síðani lokaritið sjálvt, sum síðani verður grundarlag undir munnligari próvtøku. Próvtal verður givið eftir heildarmetingina av lokaritinum og munnligu próvtøkuni. Fortreyt fyri at lata inn lokarit er, at studenturin hevur luttikið í minst trimum av fýra verkstovum í 3. lestrarárinum. Í serligum førum kann útbúgvingarleiðarin geva undantak frá hesi reglu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 19. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
15. desember 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
Undirvísarar
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
Aftur