2301 - Økonometri 2
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Økonometri 2
- Skeiðsnummar
- 2301.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Staðið Økonometri 1 ella samsvarandi skeið.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði melda seg til skeiðið á Moodle. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 28. august 2024
- Endadato
- 28. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi lærir at viðgera empiriskar kanningar við støði í tvørskurðardátum, dátum við tíðarrøðum og paneldátum. Tann lesandi lærir somuleiðis at meta um, um hesar kanningar eru væl grundaðar og hvørjar estimeringsmannagongdir eru hóskandi í ymiskum støðum. Endamálið við skeiðinum er harumframt, at tann lesandi fær førleikar til at lesa og viðgera vísindaligar greinar við økonometriskum innihaldi.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava ognað sær vitan um: - fyrimunir og vansar í viðgerðum av ymiskum dátasløgum, herundir tvørskurðardátum, dátum við tíðarrøðum og paneldátum. - endogenitet í tvørskurðardátum, m.a. hví hesin uppstendur og hvørjar mannagongdir kunnu nýtast í hesum førinum. - neyðugar fortreytir, tá vit seta myndlar við tíðarrøðum upp og gera inferens. - grundleggjandi hugtøk í sambandi við viðgerð av tíðarrøðum, eitt nú støðuleiki (stationarity), eindarrøtur, kointegratión og Error Correction myndlar. - samloystar líkningar (simultaneous equations), herundir hvørjar avbjóðingar hesar geva okkum í økonometriskum myndlum og møguligar loysnir. Tann lesandi skal somuleiðis hava ognað sær hesar førleikar: - at nýta hesar estimeringsmannagongdir: Instrument variablar og 2SLS (IV/2SLS), Differences-in-Differences (DD), First Differences (FD), Fixed Effects (FE) og Random Effects (RE). - at meta um, hvørjar estimeringsmannagongdir eru hóskandi í ymiskum støðum. - at gera viðkomandi testir í sambandi við greining av tíðarrøðum, eitt nú testir fyri eindarrøtur og error correction. - at estimera myndlar við avmarkaðum heftum variabli, og meta um fyrimunir og vansar við ymiskum mannagongdum/myndlum. - at gera neyðugar tillagingar í niðurstøðum og mannagongdum, tá líkindini fyri feilmátingum eru stór. - at leggja fram búskaparligar/hagfrøðiligar myndlar og empirisk úrslit á ein greiðan og væl grundaðan hátt.
- Innihald
- Arbeitt verður víðari við greining av tvørskurðardátum, sum dentur varð lagdur á í Økonometri 1 skeiðinum. Serliga viðgera vit endogenitet av frágreiðandi variablum, og møguligar estimerings-mannagongdir í hesum førinum. Dátasett við tíðarrøðum verða nágreiniliga viðgjørd, og tey lesandi arbeiða við hugtøkum sum støðuleiki (stationaritet), eindarrøtur (unit roots) og autoregressive conditional heteroskedasticity (ARCH).
- Læru- og undirvísingarhættir
- Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímunum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi ogna sær førleikar at greina ymisk dátasett við støði í telduforritum. Tey lesandi skulu eisini leggja fram egnar empiriskar kanningar, sum partur av skeiðinum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Eitt vektað próvtal verður givið við støði í: - eini ávegisroynd (25%) - skrivligari próvtøku á 3 tímar (75%) Undir skrivligu próvtøkuni, hevur tann lesandi loyvi til at brúka alt undirvísingartilfar- og amboð, men hevur ikki atgongd til internetið. Til endurpróvtøku verður metið fyri ávegisroyndina ikki talt við í endaliga próvtalinum. Sostatt telur skrivliga próvtøkan á 3 tímar 100 prosent av endaliga metinum í hesum førinum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn ... Skrivliga próvtøkan er sett til viku 3
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 28. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Tróndur Møller Sandoy