2302 - Vísindafilosofi í búskaparfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vísindafilosofi í búskaparfrøði
- Skeiðsnummar
- 2302.22
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Næmingarnir eiga at hava gingið fimm lestrarhálvur á grundnáminum í búskaparfrøði.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Orðaskifti, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 10. februar 2023
- Endadato
- 2. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at veita næmingunum kunnleika um búskaparfrøðina sum verklig vísindi. Skeiðið er kjølfest í tí sannroynd at modellini eru tey, sum gera búskaparfrøðina til vísindi. Í skeiðinum verður leikluturin hjá modellunum heilt avgerandi. • Hvussu verða modell brúkt í búskaparfrøðini? • Hvørjar eru avgerandi fortreytirnar undir modellum? • Skulu fortreytirnar vera átøkar veruleikanum? • Hvussu skyna vit á modellum?
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal næmingurin duga at Vitan • Leggja fram vitan sína um meginevnini á skeiðinum • Eyðmerkja, greiða frá og viðgera sløg av grundgevingum, av modellum og av teorium í búskaparfrøði • Greiða frá greiningunum hjá logisku positivistunum, Karl Popper, Lakatos og Kuhn. Hegni • Umrøða nýtslu og misnýtslu av støddfrøði í búskaparfrøðini • Greiða frá avgerandi fortreytunum í búskaparfrøðiligum modellum • Greiða frá og meta um ymsu siðvenjurnar av háttalagi í búskaparfrøði • Greiða frá muninum millum teoriir og modell • Viðgera dygd og gyldi í atfinningum leikmanna av búskaparfrøðini • Umrøða hvørt búskaparfrøði er vísindi • Greiða frá og umrøða týdningin av siðsemi og siðalæru í búskaparfrøði • Finna fram til normativu grundina undir búskaparfrøðiligum grundgevingum • Viðgera búskaparfrøðiliga rættvísi • Viðgera allýsingina av búskaparfrøðini og markamót hennara Førleikar • Vísa førleikar sínar við evnunum at meta um búskaparfrøðina í verki og sum ástøði, við støði í teimum málunum, sum viðgjørd eru á skeiðinum
- Innihald
- Búskaparfrøðin er í stóran mun grundað á hugtakið gagn, og tí verða mál um siðsemi (etikk) og siðalæru (moral) í samband við gagn og búskaparfrøði viðgjørd á skeiðinum. Skeiðið er laðað við hesum tilfarinum: • Nýtsla og misnýtsla av búskaparfrøði • Leiklututin hjá modellum í búskaparfrøði • Modell mótvegis ástøði í búskaparfrøði • Viðgerð av háttalag í búskaparfrøði • Týdningurin av siðsemi og siðalæru • Vælferð og virkni (efficiency) • Pareto-treytin og cost-benefit lýsingar • Mørk fyri marknaðarfrælsinum • Búskaparligt rættvísi
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig próvtøka við fyrireiking
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til 9. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 24. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Ellefsen
- Undirvísarar
- Johnny í Grótinum