2303 - Vinnurættur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Vinnurættur
Skeiðsnummar
2303.21
Lestrarár
2023-2024
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
Fortreytir
Ongar serstakar fortreytir.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Orðaskifti, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalestur og valskeið verða avgreidd á skrivstovuni á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
29. februar 2024
Endadato
29. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við lærugreinini er at veita næmingunum so frægan kunnleika um vinnurætt, lóg, rættarhugtøk og venju, knýtt at lærugreinini, at tey eru før fyri at kenna og eyðmerkja løgfrøðilig ivamál, at greina tey og at vísa á loysnir í ítøkiligum ivamálum
Læruúrtøka
Næmingurin skal eftir lokið skeið duga at • skilja lógartekst av úrvaldum slagi og duga at orða seg í hóskandi løgfrøðiligum málbúna í samskifti um tey málsevni, sum fevnd eru av skeiðinum • greina rættarstøðuna hjá fyritøkum og einstaklingum • eyðmerkja ítøkiligar vinnurættarligar støður og duga at knýta vinnurættarlig hugtøk, reglur og rættarkeldur til málið • seta fram loysnir til vinnurættarlig mál við ávísingum til rættar og hóskandi metodur, keldur og lógarheimildir • hugleiða um samfelagsliga týdningin av og um grundina undir ávísari rættarstøðu í vinnuligum høpi.
Innihald
Vinnurættur er týðandi amboð í stjórn av fyritøkum, tá ræður um karmarnar fyri rakstri og framleiðslu, fyri sáttmálar og fíggingarleistir, eins og samskifti og samvinnu við aðrar partar v.m. Í lærugreinini verða tær ásetingarnar viðgjørdar, sum skipa avgerðagongdina í fyritøkuni, og næmingarnir skulu í felag og einsæris umhugsa hvussu fyritøkan skipar seg í mun til ásetingarnar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, samrøður og næmingaframløgur av heimauppgávum
Próvtøka
Próvtøkuháttur
3 tímar skrivlig próvtøka.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 27. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
29. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hans Ellefsen
Undirvísarar
Rúni Jallson Niclassen, Jóhan Troest Davidsen
Aftur