2368 - Ritgerð (verkætlan) I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Ritgerð (verkætlan) I
Skeiðsnummar
2368.19
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.A. í søgu
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á donskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Seminar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum og B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
31. januar 2024
Endadato
22. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at læra tey lesandi at gera eina akademiska ritgerð.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga: • at avmarka eitt kanningarevni. • at orða ein spurdóm. • at gjøgnumføra eina spurdómsstýrda granskingarverkætlan. • at seta úrslitini av kanningini upp í eina akademiska ritgerð eftir vanligari akademiskari siðvenju.
Innihald
Tey lesandi skulu sjálvstøðugt gjøgnumføra eina spurdómsstýrda kanning, har tey nýta hugtøk/myndlar/ástøði, tey hava lært, sjálvi leita fram heimildir og tilfar (empiri), gera eina greining og koma til eina niðurstøðu. Undirvíst verður í, hvat ein spurdómur er fyri nakað, og um hvussu ein ger eina spurdómstýrda uppgávu. Tey lesandi læra at avmarka eitt evnisøki og orða ein kanningarspurdóm, savna heimildartilfar saman, gera eina greining og seta úrslitini upp í eina akademiska ritgerð eftir vanligari akademiskari siðvenju. Uppgávan verður skrivað í bólki ella einsæris.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestraundirvísing, seminar, og kjak. Tey lesandi arbeiða sjálvstøðugt við einari verkætlan í bólki ella einsæris. Vegleiðing umleið 3x1 tíma fyri hvønn bólk.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støðið í ritgerð. Lesandi skulu lata inn og standa uppgávu (1.800-2.250 orð) fyri at sleppa til próvtøku.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Uppgávan verður latin inn 22. mai 2024, og munnliga verjan er sett til viku 24 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield
Undirvísarar
Erika Anne Hayfield, Andras Marni Mortensen
Aftur