2370 - Almennur etikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Almennur etikkur
- Skeiðsnummar
- 2370.17
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum og enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Fyrilestrar, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 10. februar 2023
- Endadato
- 2. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar, og hvussu hesir verða viðgjørdir úr einum moralfilosofiskum sjónarhorni.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skulu tey lesandi: • Duga at greiða frá høvuðssjónarmiðunum innan tey etisku ástøðini, tey hava lært á skeiðnum. • Skilja, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á. • Duga at greina etiskar kjarnaspurningar. • Vera før fyri at kenna aftur og skilmarka etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. • Vera før fyri at taka støðu til etiskar spurningar á ein tilvitaðan og grundaðan hátt.
- Innihald
- Skeiðið miðar ímóti at lýsa, hvussu etiskir spurningar verða viðgjørdir frá einum moralfilosofiskum sjónarmiði. Í hesum høpi verður eisini lýst, hvat etisk argumentatión er, og hvørjum fortreytum hon hvílir á, og hvussu etisk argumentatión kann nýtast til at viðgera etiskar spurningar í nýtíðarsamfelagnum. Grundleggjandi etiskar fatanir, so sum sinnalagsetikkur, konsekvensetikkur, dygdaretikkur og nándaretikkur, verða viðgjørdar, og víst verður á fyrimunir og vansar. Harumframt verður eisini komið inn á bioetikk, umhvørvis– og djóraetikk, tøknietikk, granskingaretikk og virkisetikk.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestraundirvísing, kjak og aktiv luttøka hjá tí lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka (5 tímar).
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- Ikki ásett
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 7. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 24. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jens Christian Svabo Justinussen
- Undirvísarar
- Jógvan Dalbø Hansen