2409 - Føroyskur stjórnarskipanarrættur I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Føroyskur stjórnarskipanarrættur I
Skeiðsnummar
2409.20
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í løgfrøði
Fortreytir
Bachelorprógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
mánadagur, 27. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi vitan og førleikar, sum nærri lýst niðanfyri, í føroyskum stjórnarskipanarrætti innan fyri serliga heimastýrisskipanina og mannarættindini í ríkisgrundlógini.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal hin lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. - Greiða frá ymiskum fatanum av læruni um ríkiseindina og sokallaðu delegatiónsteoriina og duga at greiða frá, hvat grundarlag hesar hava í grundlóg o.ø. rættarkeldum. - Greiða innihaldsliga frá heimastýrislóg og yvirtøkulóg og uttanríkispolitiskari heimildarlóg. - Greiða frá nýskipanini í 2005, og hví henda hevði verkligan og prinsipiellan týdning. - Lýsa sereyðkennini fyri tulking av stjórnarskipanarlógum og hvussu sambandið er millum rætt og politikk á hesum øki. - Greina serstøku spenningarnar, ið eru grundleggjandi fyri sokallaða ríkisfelagsskapin, og sum bjóða siðbundnari og stigskipaðari (hierarkiskari) fatan av statsbygnaðinum av. - Greiða frá innihaldi og týdningi av mest týðandi mannarættindaásetingum í donsku grundlógini. - Greiða frá týdninginum av, at einstøk mannarættindi mugu javnviga við onnur rættindi og onnur áhugamál. - Miðla og orða vitan og grundgevingar fakliga og málsliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Innihald
Skeiðið er býtt í tveir høvuðspartar: Partin um heimastýrisskipanina og partin um mannarættindi í donsku grundlógini. Parturin um heimastýrisskipanina byrjar við eini lýsing av ríkisrættarstøðu Føroya í søguligum ljósi. Eftir hetta verða forsøga og fyribúgving (forarbejde) til heimastýrislógina viðgjørd. Síðan fylgir ein innihaldslig lýsing av einstøku ásetingunum í heimastýrislógini og yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini frá 2005. Harnæst verða gjøgnumgingnar og viðgjørdar ymiskar áskoðanir á, hvørja prinsipiella støðu Føroyar hava í danska ríkinum. Týðandi er eisini lýsingin av, hvussu heimastýrisskipanin broyttist grundleggjandi við sokallaðu yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini í 2005. Háttalagsligir spurningar sum rættarheimildir og hvussu stjórnarskipanarlógir verða, og eiga at verða, tulkaðar, koma eisini til viðgerðar í fyrra parti. Í seinna partinum um mannarættindi eftir ríkisgrundlógini verða nøkur av mest týðandi rættindunum eftir grundlógini gjøgnumgingin. Hesi eru talufrælsi, ognarrættur, rættur til frælsi og bústað, felagsfrælsi og savningarfrælsi. Eisini vera háttalagsspurningar, sum eru serstakir fyri mannarættindi, viðgjørdir og mettir um.
Læru- og undirvísingarhættir
Millum 40 og 50 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Fleirvalaroynd tíðliga í skeiðnum telur 20%. Heimauppgáva upp á minst 6 síður (hvør síða 2.400 tekin við gloppi) við 14 daga freist yvir evni, ið tann lesandi fær frá undirvísara miðskeiðis í skeiðnum, telur 30%. Skrivlig roynd upp á 5 tímar, tá skeiðið endar, telur 50%. Eitt samlað próvtal verður givið. Fortreyt fyri at fara til roynd er kortini, at tann lesandi hevur staðið allar tríggjar royndir hvørja sær, um tær verða mettar sum sjálvstøðugt avrik.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Heimauppgávan skal avleverast tann 26 Mars í seinasta lagið kl 16.00 Skrivtliga próvtøkan verður tann 12 juni
Freist fyri frámelding til próvtøku
fríggjadagur, 14. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Kristian Joensen, Bárður Larsen
Aftur