2440 - Almennur starvsfólkarættur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Almennur starvsfólkarættur
Skeiðsnummar
2440.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í løgfrøði, Embætisprógv í lóg (Emb.L.)
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í Embætisprógv í løgfrøði og M.A. í løgfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
31. januar 2024
Endadato
17. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
At veita innlit í tær lógir, reglur og meginreglur, sum áseta rættarstøðuna hjá alment settum starvsfólkum í samvirki teirra við arbeiðsgevaran.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: - Greiða frá hvussu almenni arbeiðsmarknaðurin er skipaður við serligum atliti til samanspælið millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsrættarligar grundreglur - Greiða frá og greina yvirskipaðar munir á tænastumannasetan og sáttmálasetan innan almenna arbeiðsmarknaðin. - Kunna allýsa allar týðandi løgfrøðiligar spurningar í sambandi við ítøkiliga setan og duga væl at grundgeva fyri loysnum, so at ymiskar tilgongdir eru fakliga mettar um og vigaðar hvør móti øðrum. - Kunna greiða frá og perspektivera markamót millum fyrisitingarættarligar og arbeiðsmarknaðarligar meginreglur í sambandi við avgerðir, ið knýta seg til eina setan - Kunna miðla og orða vitan innan almennan setanarrætt at leggja fram bæði skrivliga, sum upprit ella tilmæli, og munnliga, merkt av greiðari fakligari fatan.
Innihald
Almennur starvsfólkarættur snýr seg um rættarstøðuna millum arbeiðsgevarar og starvssett á almenna arbeiðsmarknaðinum. Almenn setan er eitt bland millum almennan og privatan rætt, fyrisitingarætt og arbeiðsrætt. Tænastumannasetan hevur egið grundarlag í tænastumannalóggávu og kollektivum sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, meðan sáttmálasetan fer í stóran mun fram á sama lógargrundarlagi sum privatar setanir. Kortini er almenni arbeiðsgevarin, í báðum sløgum av setanum, eisini bundin av fyrisitingarrættarligum reglum. Skeiðið fevnir um, hvussu almenni arbeiðsmarknaðurin er skipaður, um lógir og reglur og myndugleikar á økinum. Reglurnar um, hvussu tey bæði sløgini av setanum, tænastumannasetan og sáttmálasetan, eru skipað, fáa serliga viðgerð. Meira verður kortini gjørt burtur úr sáttmálasetan, ið gerst alt meira vanlig heldur enn tænastumannasetan. Eisini gevur skeiðið innlit í yvirskipaða samanspælið millum arbeiðsrættarligar og fyrisitingarrættarligar reglur og mannagongdir. Komið verður eisini inn á meginreglur innan kollektiva arbeiðsrættin innan tað almenna, eitt nú sum samráðingarrættin hjá feløgunum og leiðslurættin hjá arbeiðsgevarum. Meira neyvt verður innihaldið at snúgva seg um Setanina sjálva Rættindi hjá tí setta (løn, arbeiðstíð, sjúka, barsil, orlov o.a.) Skyldur hjá tí setta Góða atferð í fyrisiting Broytingar í setanini Tá setanin endar. Eftirløn Arbeiðsumhvørvi Álitsfólk og samstarvsnevndir Persónsupplýsingar í setanarmálum Reglurnar í sambandi við, at alment virksemi verður Umskipað.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærara. Eftir umstøðunum verða næmingavenjingar og – framløgur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan er sett til 6. og 7. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Thomas Magnussen
Aftur